Posts

Showing posts from November, 2018

493 orð um veðurlagsbroytingar

At veðurlagið á jørðini broytist er einki nýtt. Men seinastu 450.000 árini hevur veðurlagið verið lutfalsliga regluligt og miðalhitin hevur sveiggjað millum at vera 3 stig heitari og 8 stig kaldari enn miðalhitin er nú. Við øðrum orðum, eitt afturvendandi mynstur, har heit tíðarskeið avloysa kaldari. So kanst tú spyrja: hvussu kunnu vit vita alt hetta?  Jú, við at kanna aldargamlan ís og taka royndir av tilfarinum, luftbløðrum og øðrum. Ískanningarnar hava eisini avdúkað, at CO2 innihaldið í luftini og miðalhitin fylgjast rættiliga neyvt í einum føstum mynstri - sum eisini samsvarar við vitanina um, at jú fleiri bitlar eru í luftini, t.d. CO2, jú meira hitnar luftin. Afturvendandi mynstrið broytist Eitt annað, sum ískanningarnar hava víst, er at fyri umleið 200 árum síðani broyttist mynstrið og CO2 innihaldið í luftini byrjaði at vaksa óvanliga nógv. Frá at hava sveiggjað millum 180 og 300 ppm (millióntapartar) er CO2 innihaldið í luftini komið upp í næstan 400 ppm. Og tað er ik

500 orð um veðurlagsbroytingar

At veðurlagið á jørðini broytist er einki nýtt. Men seinastu 450.000 árini hevur veðurlagið verið lutfalsliga regluligt og miðalhitin hevur sveiggjað millum at vera 3 stig heitari og 8 stig kaldari enn miðalhitin er nú. Við øðrum orðum, eitt afturvendandi mynstur, har heit tíðarskeið avloysa kaldari.  So kanst tú spyrja:  hvussu kunnu vit vita alt hetta?  Jú, hetta ber til at kanna aldargamlan ís og taka royndir av tilfarinum, luftbløðrum og øðrum. Ískanningarnar hava eisini avdúkað, at CO2 innihaldið í luftini og miðalhitin fylgjast rættiliga neyvt í einum føstum mynstri - sum eisini samsvarar við vitanina um, at jú fleiri bitlar eru í luftini, t.d. CO2, jú meira hitnar luftin. Afturvendandi mynstrið broytist Eitt annað, sum ískanningarnar hava víst, er at fyri umleið 200 árum síðani broyttist mynstrið og CO2 innihaldið í luftini byrjaði at vaksa óvanliga nógv. Frá at hava sveiggjað millum 180 og 300 ppm (millióntapartar) er CO2 innihaldið í luftini komið upp í næstan 400

El-bilar minni CO2 enn diesel/bensin-bilar!

Image
Í Youtube-videoini, "Are Electric Cars Worse For The Environment? Myth Busted", frá 31. oktober 2018, verða afturvendandi mytur viðgjørdar, sum føra fram, at framleiðslan av el-bilum skal hava so nógv CO2 útlát við sær, at diesel/bensin bilar, hóast teir brenna diesel/bensin hava minni CO2 útlát. Í videoini verður sakliga argumenterað við keldutilvísingum og greið roknistykkir verða sett upp. Staðfest verður, at um tú sammetir ein el-bil, sum t.d. Nissan Leaf, við ein diesel/bensin bil av sama klassa, er CO2 útlátið av framleiðsluni av el-bilnum størri, nevniliga 15 tons CO2 í mun 10 tons CO2 sum framleiðslan av diesel/bensin bilinum hevur við sær. Og munurin er battaríið hjá el-bilinum og størri battaríið er, jú meira CO2. Við øðrum orðum er diesel/bensin bilurin grønari, tá ið bilarnir fara at koyra. Men so hvørt bilarnir leggja kilometrar aftur um seg, gerst el-bilurin grønari - og grønari el-orkuframleiðslan er, skjótari gongur. Taka vit USA, har orkuframleiðsluna