500 orð um veðurlagsbroytingar
At veðurlagið á jørðini broytist er einki nýtt. Men seinastu
450.000 árini hevur veðurlagið verið lutfalsliga regluligt og miðalhitin hevur
sveiggjað millum at vera 3 stig heitari og 8 stig kaldari enn miðalhitin er nú.
Við øðrum orðum, eitt afturvendandi mynstur, har heit tíðarskeið avloysa
kaldari.
So kanst tú spyrja: hvussu
kunnu vit vita alt hetta?
Jú, hetta ber til at kanna
aldargamlan ís og taka royndir av tilfarinum, luftbløðrum og øðrum.
Ískanningarnar hava eisini avdúkað, at CO2 innihaldið í luftini og miðalhitin
fylgjast rættiliga neyvt í einum føstum mynstri - sum eisini samsvarar við
vitanina um, at jú fleiri bitlar eru í luftini, t.d. CO2, jú meira hitnar
luftin.
Afturvendandi mynstrið
broytist
Eitt annað, sum ískanningarnar
hava víst, er at fyri umleið 200 árum síðani broyttist mynstrið og CO2
innihaldið í luftini byrjaði at vaksa óvanliga nógv. Frá at hava sveiggjað
millum 180 og 300 ppm (millióntapartar) er CO2 innihaldið í luftini komið upp í
næstan 400 ppm. Og tað er ikki hent tey seinastu 450.000 árini. Enn er
miðalhitin ikki lopin upp tilsvarandi, men grundað á vitanina um samanhangin
millum CO2 innihaldið og miðalhitan vænta veðurlagsfrøðingar kring heimin
avgerðandi broytingar í veðurlagnum á jørðini í komandi árum.
Higartil er skrásett, at
miðalhitin á jørðini er vaksin við næstan einum stigi seinastu 200 árini. Eitt
stig ljóðar ikki av nógvum, men í mun til, hvussu seint broytingarnar eru
hendar fyrr í tíðini, er talan um stóra broyting í einum sera stuttum
tíðarskeiði. Talan er jú um miðalhita - summa staðni er hitin øktur væl meira
enn aðra staðni. Eitt av hesum støðum eru póløkini og avleiðingarnar síggjast
við berum eygum við at havísurin minkar - og tað somikið nógv, at roknast kann
við, at um fá ár verður siglandi alt árið, har fyrr metratjúkkur ísur var.
Eisini eru greið tekin um, at jøklarnir kring heimin bráðna, sum so aftur
viðførir, at vatnstøðan í havinum hækkar.
Hvør er orsøkin til økta CO2
innihaldið?
Sum nevnt byrjaði økingin av
CO2 innihaldinum fyri umleið 200 árum síðani. Og hvat hendi tá? Jú, tá tók
ídnaðarkollveltingin dik á seg og farið varð undir at nýta kol í stórum mongdum
sum orkukeldu. Hetta viðførdi stórt CO2 útlát í luftina, sum bara er økt síðani
- m.a. við, at tað eisini varð farið undir at nýta olju sum orkukeldu.
Grundað á hesa staðfesting - og vitanina um sambandið millum CO2 og hitan í
luftini - halda veðurlagsgranskarar kring heimin, at veðurlagsbroytingarnar eru
mannaskaptar.
Hvørji eru útlitini?
At veðurlagið broytist, hevur
stórar avbjóðingar við sær, bara heilt smáar broytingar kunnu gera, at fólk
mugu flyta til onnur støð at búleikast. Og slíkar broytingar hava ógvusligar
fylgjur við sær og ikki minst menniskjaligan kostnað.
Burðardyggar orkukeldur
At forða fyri, at veðurlagið
skal broytast enn meira, mælir IPCC, at alt verður gjørt fyri at steðga CO2
útlátinum. Hetta kann gerast við at skifta yvir til burðardyggar orkukeldur. Og
neyðugt er at hetta verður gjørt sum skjótast, um ikki avleiðingarnar skulu
vera enn og verri enn útlitini eru nú.
Comments