Røða á 13. veðurlagsverkfalli, 29. mars 2019
Sambært fremstu veðurlagsgranskarunum, sum m.a. standa aftan fyri ST stovnin IPCC*), so er miðalhitin á jørðini hækkandi og høvuðsorsøkin er økta útlátið hjá mannaættini av CO2 (koltvísúrni), sum byrjaði fyri uml. 200 árum síðani, tá ið farið varð undir nýta fossilt brennievni. Økta CO2 innihaldið í luftini ger, at javnvágin, sum hevur verið í túsundir av árum, er í ferð við at fara av lagnum og hetta fer at hava ávirkan á veðurlagið kring allan heim, m.a. at jøklar heimsins fara at bráðna og økta vatnið, sum rennur út á sjógv, fer at fáa vatnstøðuna at hækka og stór landaøki koma undir vatn. Vit fara m.a. at fáa fleiri stormar, hitabylgjur, turk og harvið broyttar liviumstøður. Broyttar liviumstøður elva til fólkaflytingar og tær kunnu gerast so umfatandi, at tær kunnu elva til óstabil politisk viðurskifti. Óstabil politisk viðurskifti kunnu hava ófrið við sær - og er talan um lond, sum t.d. ráða yvir kjarnaorkuvápnum, verður tankin ikki minni ræðandi. Hvat kunnu vit gera við tað?