Røða á 13. veðurlagsverkfalli, 29. mars 2019

Mynd: Dánjal Højgaard
Sambært fremstu veðurlagsgranskarunum, sum m.a. standa aftan fyri ST stovnin IPCC*), so er miðalhitin á jørðini hækkandi og høvuðsorsøkin er økta útlátið hjá mannaættini av CO2 (koltvísúrni), sum byrjaði fyri uml. 200 árum síðani, tá ið farið varð undir nýta fossilt brennievni. Økta CO2 innihaldið í luftini ger, at javnvágin, sum hevur verið í túsundir av árum, er í ferð við at fara av lagnum og hetta fer at hava ávirkan á veðurlagið kring allan heim, m.a. at jøklar heimsins fara at bráðna og økta vatnið, sum rennur út á sjógv, fer at fáa vatnstøðuna at hækka og stór landaøki koma undir vatn. Vit fara m.a. at fáa fleiri stormar, hitabylgjur, turk og harvið broyttar liviumstøður. Broyttar liviumstøður elva til fólkaflytingar og tær kunnu gerast so umfatandi, at tær kunnu elva til óstabil politisk viðurskifti. Óstabil politisk viðurskifti kunnu hava ófrið við sær - og er talan um lond, sum t.d. ráða yvir kjarnaorkuvápnum, verður tankin ikki minni ræðandi.

Hvat kunnu vit gera við tað? Tað stutta svarið er: steðga CO2 útlátinum!

Ber tað til? Ja, sjálvandi. Talan er jú um ein trupulleika, sum er íkomin orsakað av atferðini hjá okkum menniskjum. Við øðrum orðum, kunnu vit loysa trupulleikan við at broyta okkara atferð. Men tað er ikki bara sum at siga tað, tað eru nógvar sera torførar avbjóðingar á vegnum. Onkur hevur sagt, at tað hjá heiminum at leggja um frá fossilum brennievni til varandi orku kann sammetast við at skula umvæla motorin í einum flogfari, meðan tað er á flogi. Tað ber sjálvandi til, men tað er ikki lætt.

Eitt er greitt, at tað loysir ongan trupulleika við stara seg blindan upp á hann. Skulu vit fáa nakað at henda, mugu fokusera upp á tað, sum ber til og ikki minst, tað, sum vit vilja hava, skal bera til. Og tað er júst hetta, sum óhefti miðilin “Heimsins bestu tíðindi” hevur sett sær fyri at gera. Eg havi latið meg inspirerað av hesari hugsan og í hesum ljósi skrivað eina stutta framtíðarlýsing - ella eina søgu - um eitt lítið oyggjaland úti í Atlantshavi:

"Vit skrúva tíðina nøkur ár fram og eru nú í tí harrans ári 2030 og koma beint inn í hátíðarhaldið, sum er fyrireikað í sambandi við, at tað í stóran mun bar til at koma á mál við visjónini, sum varð sett í 2015: nevniliga at gera orkuna á landi í Føroyum 100% grøna við m.a. vindorku, sólorku, sjóvarfalsorku og biogassverkum. 

Og væl hevur gingið. Einasta oljurikna kraftverki, sum er eftir í landinum, er elverkið á Sundi, sum seinastu árini bara hevur verið í gongd onkrar summardagar og tá ið brek hevur verið í skipanini. Sum t.d. í 2028, tá ið ein ódn gjørdi um seg og nógvar av vindmyllunum á kring landið fingu skaða, sum tó skjótt vórðu umvældir.

Á føroysku vegunum eru bert fáir bensin- og dieselbilar eftir - og tað ber rætt og slætt ikki til at keypa slíkar bilar longur. Í staðin eru stásiligir, ljóðleysir el-bilar, el-bussar og el-lastbilar at síggja. Bygdaleiðir og bussleiðin hjá Tórshavnar Kommunu slóðaðu fyri og tær vóru longu umlagdar til el í 2021.

Eisini upphitingin av húsunum er kollvelt og tey flestu verða nú hitað upp við elriknum hitapumpum, jarðhita ella sjóhita  - og um stutta tíð verður seinasta oljufýri í landinum sløkt.

Hóast visjón 2030 fyrst og fremst legði dent á at gera orkuna á landi grøna, so førdi rákið, sum visjónin hevði við sær, stóran áhuga at gera tað sama við orkuna, sum verður nýtt í sjóvinnuni. Og her hevur gingið skjott. 

Fiskivinnupolitikkurin, sum varð samtyktur í 2018, gjørdi tað møguligt at stýra fiskivinnuni so væl, at tað bar til at steðga ovurfisking av fiskastovnunum. Byrjað varð við at minka talið av fiskiførum niður í umleið eina helvt. Hetta gjørdi, at fiskastovnarnir komu fyri seg. Eftir fáum bar til at fiska næstan somu nøgd av fiski við nógv færri skipum. Við bara at nýta helvtini av skipum, minkaði eisini oljunýtslan samsvarandi, hon fór væl niður um helvtina, tí tað vóru jú tey gomlu skipini, sum brúktu mest av olju, sum fyrst vóru tikin úr flotanum. 

Tey nýggjastu fiskiskipini í dag nýta als ikki olju til vanliga sigling, tey nýta el. Tað er bara meðan tovað verður, at olja verður nýtt. Og útlit eru fyri, at nýggj tøkni í næstum fer at gera, at ikki bara fiskiskipini, men eisini farmaskip, ferðamannaskip og flogfør vera 100% grøn. 

Við hesum er CO2 útlátið hjá Føroyum minkað markant. Frá at vera næstan 21 tons fyri hvønn íbúgva í 2017, sum var í millum tað hægsta í heiminunum, er tað dottið niður á 2 tons fyri hvønn íbúgva í 2030.

Og við tað, at tað so nógv trø eru plantað kring landið seinastu árini, sær CO2 roknskapurin hjá enn betri út. Og heldur henda gongdin fram, verða Føroyar CO2 negativar um nøkur fá ár, altso at vit fara at hava størri O2 útlát (súruevnisútlát) enn CO2 útlát og tí kunnu vit veruliga vera við til at mótvirka veðurlagsbroytingunum - og so at siga "skrúva tíðina aftureftir".

Í 2021 varð olja funnin í føroyska landøkinum við markið til Skotlands. Men løgtingslimirnir, sum vóru valdir á løgtingsvalinum í 2019, samtyktu einmælt, at olja skal ikki verða útvunnin úr føroyska landgrunninum. Støðutakanin var grundað á eina greiða tilvitan um tað alneyðuga í at steðga veðurlagsbroytingunum.

Fiskaælingin í Føroyum er støðugt vorðin meira og meira burðardygg og nýggju framleiðsluhættirnir gera, at neyðugt er ikki við heilivági longur. Stóru dálkingartrupulleikarnir, sum stóðust av skarni og sjálvdeyðum fiski, eru í dag ikki ein trupulleiki, men tvørtur í móti, eitt tilfeingi, sum saman við tøðum frá landbúnaðinum verður gjørt um til orku í biogassverkum. 

Tilfarið, sum kemur út úr hinum endanum á biogassverkinum, gerst til enn og betri tøð, sum verður nýtt um alt landið. Hetta hevur havt við sær eitt veruligt frambrot í landbúnaðinum, tí tað hevur gjørt tað møguligt at fáa nógvan gróður at koma fyri seg - m.a. eru vit í dag so at siga sjálvbjargin við stráfóðuri til mjólkineytini. Og tað, sum kemur undan neytunum, ja tað fer so aftur í ein sirkul til biogassverkini. Arbeitt verður í løtuni við at matrestir o.a. eisini kann verða nýtt í biogassverkunum.
Og vit eru eisini vorðin sjálvbjargin við eplum, gularótum, rótum og fleiri øðrum sløgum av grønmeti. Tað er serliga Sandoyggin, sum er á odda í hesum, men onnur øki í landinum taka seg eisini fram og nógva staðni síggjast vakstrarøki við veltum og vakstrarhúsum taka seg upp - umgyrd av trøum, ið geva lívd. 

Burðardygga kósin, sum - fekk vatn á mylluna - ella vind í seglini - í Føroyum fyrst í 2020’unum hevur gjørt landið kent kring heimin. So hóast okkara lítla oyggjaland í sjálvum hevur lítið at siga í mun til CO2 roknskapin hjá heiminum, so geva Føroyar íblástur til onnur til at fara í holtur við at gera tað sama sum vit.

Góða umdømið hevur gjørt, at føroyskar matvørður hava sera stórt søluvirði og tað er ongantíð ein trupulleiki at finna keyparar, sum vilja gjalda væl fyri tað, sum vit selja. Og ferðamannavinna er í stórum blóma, tí hugurin at koma til Føroyar at uppliva hetta landið er stórur. Men, pláss er ikki fyri øllum í senn, so langur bíðilisti er. 

Í løtuni verður arbeitt við Visjón 2050, hon verður løgd fram fyrsta dagin!"

Eg fari at steðga her og lata tað upp til hvønn einstakan at hugsa um framhaldið.

Við hesum fari eg at ynskja øllum eitt gott og burðardygt vikuskifti.

*) IPCC: Intergovermental Panel on Climate Change






Comments

Popular posts from this blog

Súkklubreytir eins høga raðfesting sum bilavegir

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

VANDAMIKIÐ VEGAMÓT Í HOYVÍK