Posts

Showing posts from 2024

Súkklubreytir eins høga raðfesting sum bilavegir

Image
Súkklubreytir, ella súkkluleiðir eiga at fáa eins høga raðfesting, sum bilarnir. Súkklurásir skulu vera nóg breiðar og hava eins slætt undirlendi, sum er á vegunum, so at tað verður behagiligt at súkkla á teimum. Samferðslukervið í býnum skal tillagast soleiðis at súkkluleiðir verða gjørdar sum t.d, binda Argir, Norðasta horn og Hoyvík við miðbýin. Verja í móti vindi og regni Á súkkluleiðunum skulu vera góðar og tryggar umstøður og har tað ber til, skal verja verða gjørd móti vindi og regni. Hetta kann verða gjørt soleiðis, at partar av súkkluleiðunum verða innilokaðar, nakað soleiðis, sum vit kenna tað frá gonguleiðunum, sum ganga frá terminalinum á flogvøllinum til parkerkingsøkið - bara eitt sindur breiðari, so pláss verður til tvær súkklubreytir, eina hvønn vegin og eisini pláss til fólk at ganga. Vit eiga at gera okkara fyri, at gongdin í Føroyum kann verða hin sama, sum í grannalondunum, at fleiri fara velja súkkluna - og serliga el-súkklur. El-súkklur gera tað lætt hjá fólki at