Súkklubreytir eins høga raðfesting sum bilavegir

Súkklubreytir, ella súkkluleiðir eiga at fáa eins høga raðfesting, sum bilarnir. Súkklurásir skulu vera nóg breiðar og hava eins slætt undirlendi, sum er á vegunum, so at tað verður behagiligt at súkkla á teimum.


Samferðslukervið í býnum skal tillagast soleiðis at súkkluleiðir verða gjørdar sum t.d, binda Argir, Norðasta horn og Hoyvík við miðbýin.

Verja í móti vindi og regni
Á súkkluleiðunum skulu vera góðar og tryggar umstøður og har tað ber til, skal verja verða gjørd móti vindi og regni.

Hetta kann verða gjørt soleiðis, at partar av súkkluleiðunum verða innilokaðar, nakað soleiðis, sum vit kenna tað frá gonguleiðunum, sum ganga frá terminalinum á flogvøllinum til parkerkingsøkið - bara eitt sindur breiðari, so pláss verður til tvær súkklubreytir, eina hvønn vegin og eisini pláss til fólk at ganga.

Vit eiga at gera okkara fyri, at gongdin í Føroyum kann verða hin sama, sum í grannalondunum, at fleiri fara velja súkkluna - og serliga el-súkklur. El-súkklur gera tað lætt hjá fólki at flyta seg yvir stór øki og brekkur eru eingin trupulleiki.

Umráðandi er at vit skipa fyri, at umstøðurnar at súkkla vera so góðar, at súkklan verður eitt reelt val. Omanfyri eru gongutunlarnir á flogvøllinum nevndir og teir eru eitt úrslit av, at tey, sum fyriskipa á flogvøllinum hava sæð tað, at tey kundu betra um komfortina hjá ferðafólkunum við at gera gongutunlar.

Og júst soleiðis skulu vit hugsa um umstøðurnar bæði at ganga og súkkla í Tórshavnar Kommunu.
Tað er stórur samfelagsligur vinningur at fáa fleiri fólk at súkkla og ganga. Ferðsluskipanin verðru minni trýst, tí at ein súkkla fyllir bara nógv minni enn ein bilur. Og fólk sum súkkla fáa betri heilsu og minni tørv á almennum heilsuveitingum. 

Súkklurnar aftur á breddan
Marin Katrina Frýdal á rættari leið, tá ið hon í býráðsskeiðinum undan hesum, sum er nú, stríddist fyri at betra um umstøðurnar at súkkla í býnum. Og tað førdi til, at súkklubreytir vórðu gjørdar fleiri staðni. M.a. vórðu breiðar gongubreytir deildar upp, so at pláss var bæði til fólk til gongu og súkklur. Við vegamót vórðu skráar gjørdir og høgligari bleiv at súkkla tvørtur um tey. Av hesum gjørdist tað eisini lættari hjá barnavognum og koyristólum at fara um vegamót. 

Súkklurnar hava tíverri ikki havt so áhaldandi talsfólk hetta býráðsskeiðið og tað er spell. Stundin er koma at vit aftur siga, at nú skulu súkklurnar á breddan


R.C. Effersøesgøta fram við SMS er eitt sera gott dømi, um hvat, ið gerast kann, tá ið hugur og vilji er til staðar. Her er skapað eitt ferðsluumhvørvið, sum tilgóðarsær allar partar.




Comments

Popular posts from this blog

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

VANDAMIKIÐ VEGAMÓT Í HOYVÍK