VANDAMIKIÐ VEGAMÓT Í HOYVÍK

Vegamótið Pætursgøta/Løgmannabreyt er sera óheppið gjørt og er tí vandamikið. 


Sum tað sæst á myndunum, so síggja bilførarar, sum koyra út úr Pætursgøtu og ætla sær omaneftir Løgmannabreyt, ikki fólk ella súkklur, sum koma niðaneftir gongubreytini á Løgmannabreyt, fyrr enn alt ov seint er og ofta er vandi fyri, at fólk og súkklur verða ákoyrd. 

Eg súkkli sjálvur her dagliga og av ringum royndum steðgi eg altíð á, tá ið eg komi til vegamótið, tí eg havi nakrar ferðir verið um at vera árendur. Og mangan kemur bilur fúkandi fram við og eg síggi, hvussu kløkkir bilførararnir gerast, tá ið teir varnast, hvussu nær teir fara fram við mær, sí mynd 1, 2 og 4.

Eitt er, at bilførararnir mugu hava eyguni niðaneftir fyri at síggja, um nakar bilur kemur á veg banan omaneftir, men verri er, at koyrt verður skrátt inn á eitt øki í gongubreytini, sum teir ikki síggja, tí ein garður stendur har. Somuleiðis síggja tey, sum ganga/súkkla niðaneftir ikki bilin fyri sama garði.

Tað skal ikki so nógv til fyri at betra munandi um vegamótið, bara eitt ella annað slag av forðing, sum kann gera, at bilførararnir ikki skera svingið av, men noyðast at koyra eitt sindur longur út um garðin áðrenn snarað verður, sí mynd 3.



Comments

Popular posts from this blog

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?