Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?
Um tú googlar spurningin: Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini? koma fram fleiri óhugnalig svar, alt frá kometum, ið renna á jørðina, ógvusligum eldgosum, sum oyðileggja alt, sum fyri er - ella sólstormar, sum svíða alt lív av. Hetta eru náttúruvanlukkur, sum eru so ógvusligar og langt uttanfyri tað, sum vit menniskju kunnu fata - og enn minni hava ávirkan á. Sætt í tí ljósinum eru trupulleikar, sum eru uppi í dag, sum t.d. veðurlagsbroytingar, náttúruoyðingar, turkur, fátækradømi og kríggj tann reini barnamatur. Felags fyri hesar smáu hóttanirnar er, at tær eru mannaskaptar, tær eru avleiðingar av virkseminum hjá mannaættini. Hinvegin, tá ið hetta nú eru mannaskaptir trupulleikar, kundi verið ein ávísur møguleiki at vit kunnu venda gongdini við t.d. at broyta atferð. Bíða nú, mannaskaptar? - kann tað prógvast? - vilja summi kanska føra fram... ræður náttúran ikki sær sjálvum? - og hava veðurlagsbroytingar ikki altíð verið? Kunnu hesi - sum bíblian lýsir sum máttleys m