Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?
Um tú googlar spurningin: Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini? koma fram fleiri óhugnalig svar, alt frá kometum, ið renna á jørðina, ógvusligum eldgosum, sum oyðileggja alt, sum fyri er - ella sólstormar, sum svíða alt lív av. Hetta eru náttúruvanlukkur, sum eru so ógvusligar og langt uttanfyri tað, sum vit menniskju kunnu fata - og enn minni hava ávirkan á. Sætt í tí ljósinum eru trupulleikar, sum eru uppi í dag, sum t.d. veðurlagsbroytingar, náttúruoyðingar, turkur, fátækradømi og kríggj tann reini barnamatur.
Felags fyri hesar smáu hóttanirnar er, at tær eru mannaskaptar, tær eru avleiðingar av virkseminum hjá mannaættini. Hinvegin, tá ið hetta nú eru mannaskaptir trupulleikar, kundi verið ein ávísur møguleiki at vit kunnu venda gongdini við t.d. at broyta atferð.
Bíða nú, mannaskaptar? - kann tað prógvast? - vilja summi kanska føra fram... ræður náttúran ikki sær sjálvum? - og hava veðurlagsbroytingar ikki altíð verið? Kunnu hesi - sum bíblian lýsir sum máttleys menniskju - veruliga broyta náttúruna? -
Til verju fyri bíbliuna kann sigast, at tá ið hon var skrivað, vóru menniskju ikki nógv í tali á jørðini, onkur metir einar 2-300 milliónir tilsamans. Fyrstu ferð fólkatalið í heiminum kom upp um eina milliard var í 1804. Bara góð 100 ár seinni, í 1927 - tá ið foreldur míni vóru fødd, var talið tvífaldað og kom upp í 2 milliardir. 33 ár seinni, í 1960, tá var eg sjálvur føddur, var enn ein milliard løgd afturat, nú vóru tríggjar. Og ferðin øktist, næstu árini legðist ein milliard afturat fyri uml. hvørt 13. árið. Við øðrum orðum tók tað bara eini 200 ár til at sjeyfalda tað fyrstu milliardina - og nú í 2018, eru vit væl á veg upp í tað áttandu milliardina. Og tað steðgar ikki her, tí, tí sum talvan frá ST-stovninum niðanfyri sýnir, eru vit komin upp í níggju milliardir áðrenn henda øldin er komin í helvt.
Men, um tú heldur, at fólkavøksturin úti í heimi hevur verið stórur, hygg so bara at talvuni hjá Hagstovu Føroya niðanfyri, sum sýnir fólkavøksturin í Føroyum í sama tíðarskeiði. Tað er nevniliga meira enn tíggjufaldað. Og um ikki kreppan hevði rakt okkum í nítiárunum, hevði tað kanska verið faldað tólv ferðir í mun til fyrst í 1800 talinum.
Tað, at vit eru vorðin so nógv her á jørðini, krevur sjálvsagt, at meiri skal til av øllum: matur, klæði, útgerð, rávørur, landaøki o.s.fr. Og kring heimin er farið at merkjast, at rávørurnar eru ikki óendaligar, nógvar eru um at verða brúktar upp ella fara at vera tað um nøkur fá ár. Afturat hesum kemur so dálkingin - vit nýta og blaka burt og fara so eftir enn meira av rávøru.
Eitt eyðsýniligt dømi um, hvussu stórt virksemið hjá mannaættini er, er at gøtuljós okkara síggjast langt út í rúmdina - sum myndin av einari stjørnuklárari nátt yvir Evropa sýnir.
Eitt eyðsýniligt dømi um, hvussu stórt virksemið hjá mannaættini er, er at gøtuljós okkara síggjast langt út í rúmdina - sum myndin av einari stjørnuklárari nátt yvir Evropa sýnir.
Tað er ikki einfalt at svara spurninginum, sum er settur í yvirskriftini: Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini? Síggja vit burtur frá kosmisku hóttanunum, sum vit ikki fáa gjørt so nógv við, so er tað ikki ov nógv sagt, at størsta hóttanin hjá mannaættini er mannaættin sjálv. Spurningurin er so, um tað er tí, at vit eru ov nógv í tali - ella um tað er tí, at vit duga ov illa at umsita tað tilfeingið, sum okkum er tøkt?
Samanumtikið man vera flestum greitt, at um okkara eftirkomarar ikki skulu hava verri livikor enn vit hava í dag, mugu vit venda gongdini og broyta okkara máta at nýta rávørur og fara frá "linierum" búskapi til “sirkuleran búskap” – ella sagt við einum meira kendum orði: til burðardyggan búskap - at nýta rávørur og tilfeingi soleiðis, at hesi eisini eru tøk hjá okkara eftirkomarum.
Hetta eru stórir spurningar at loysa og tað er rættiliga ymist, hvussu fólk í heiminum hava møguleika og vilja at loysa hesar, tí fólk hava so ymiskar fortreytir. Meðan nøkur liva í sús og dús, liva onnur í fátækradømi og armóð. Meðan nøkur liva í demokratiium og hava møguleika at ávirka samfelagið, liva onnur í diktaturum og hava ongan avgerðarræt.
Hinvegin, tað gongur rætta vegin, - um enn spakuliga. Tí fólk eru í ferð við at vakna, bæði sum einstaklignar, í grasrótarørslum, fyritøkum, býarstýrum - og summi lond hava veruliga sett ferð á umleggingina av orkuframleiðsluni at minka um CO2 útlátið. Til tey góðu tíðindini hoyrir eisini, at útgerðin at útvinna varðandi orku, so sum sólkyknur og vindmyllur, kostar minni og minni og longu í dag loysir tað seg nógva staðni reint peningaliga at nýta hesi heldur enn at nýta olju ella kol.
Comments