VANDAMIKIÐ VEGAMÓT Í HOYVÍK
Vegamótið Pætursgøta/Løgmannabreyt er sera óheppið gjørt og er tí vandamikið.
Eg súkkli sjálvur her dagliga og av ringum royndum steðgi eg altíð á, tá ið eg komi til vegamótið, tí eg havi nakrar ferðir verið um at vera árendur. Og mangan kemur bilur fúkandi fram við og eg síggi, hvussu kløkkir bilførararnir gerast, tá ið teir varnast, hvussu nær teir fara fram við mær, sí mynd 1, 2 og 4.
Eitt er, at bilførararnir mugu hava eyguni niðaneftir fyri at síggja, um nakar bilur kemur á veg banan omaneftir, men verri er, at koyrt verður skrátt inn á eitt øki í gongubreytini, sum teir ikki síggja, tí ein garður stendur har. Somuleiðis síggja tey, sum ganga/súkkla niðaneftir ikki bilin fyri sama garði.
Tað skal ikki so nógv til fyri at betra munandi um vegamótið, bara eitt ella annað slag av forðing, sum kann gera, at bilførararnir ikki skera svingið av, men noyðast at koyra eitt sindur longur út um garðin áðrenn snarað verður, sí mynd 3.
Comments