El-bilar minni CO2 enn diesel/bensin-bilar!

Í Youtube-videoini, "Are Electric Cars Worse For The Environment? Myth Busted", frá 31. oktober 2018, verða afturvendandi mytur viðgjørdar, sum føra fram, at framleiðslan av el-bilum skal hava so nógv CO2 útlát við sær, at diesel/bensin bilar, hóast teir brenna diesel/bensin hava minni CO2 útlát. Í videoini verður sakliga argumenterað við keldutilvísingum og greið roknistykkir verða sett upp.


Staðfest verður, at um tú sammetir ein el-bil, sum t.d. Nissan Leaf, við ein diesel/bensin bil av sama klassa, er CO2 útlátið av framleiðsluni av el-bilnum størri, nevniliga 15 tons CO2 í mun 10 tons CO2 sum framleiðslan av diesel/bensin bilinum hevur við sær. Og munurin er battaríið hjá el-bilinum og størri battaríið er, jú meira CO2. Við øðrum orðum er diesel/bensin bilurin grønari, tá ið bilarnir fara at koyra.

Men so hvørt bilarnir leggja kilometrar aftur um seg, gerst el-bilurin grønari - og grønari el-orkuframleiðslan er, skjótari gongur. Taka vit USA, har orkuframleiðsluna í miðal er uml. 40% grøn, er ein e-bilur, sum t.d. Nissan Leaf við 30 kwh battaríi, grønari enn ein tilsvarandi diesel/bensin bilur, tá ið hann hevur koyrt 32.231 km. Í USA tekur hetta í miðal eitt ár og átta mánaðir.  Útrokningargrundarlagið er, at bilar í USA í miðal koyra 19.300 km. um árið. Ein Tessla bilur við 100 kwh battaríi skal tó brúka fimm og eitt hálvt ár, ella koyra 106.150 km. *)

Fara vit hinvegin til statin Idaho í USA, har næstan øll el-orkan er grøn, "hólvar" el-bilurin bæði olju/bensin og hybrid bilarnar av og bara eftir fáum mánaðum er eyka CO2 útlátið av battaríframleiðsluni útlíknað og restina av livitíðini, tey næstu 10-15 árini vinnur el-bilurin bara meira og meira.

Og sjálvt í statinum West Virginia í USA, har um 95% av el-orkuni verður framleidd við kol, olju ella gass, verður ein Nissan Leaf grønari enn diesel/bensin bilar aftaná fimm og eitt hálvt ár.  Orsøkin er, at hóast stór koldrivin elektricitetverk ikki eru besta loysnin, so eru tey effektivari at framleiða orku enn smáir bilmotorar. Hinvegin, bilar við sera stórum battaríi hava longri tíð um at gerast grønari enn diesel/bensin-bilar - upp í 17 ár.

*) Í Føroyum er uml. 50% av orkuni grøn, tað vil siga 10% stig hægri enn í miðal í USA. Samanborið við USA skulu vit í Føroyum koyra styttri fyri, at ein el-bilur, sum Nissan Leaf, skal vera grønari, enn ein tilsvarandi diesel/bensin bilur.

Samanumtikið, so er lítil ivi um, at el-bilarnir í løtuni eru frægasta loysn at gera flutning okkara á landjørðini grønari. Og her kemur meiri afturat til fyrimuns fyri el-bilin:
  • øll el-orkan í Føroyum verður grøn um fá ár.
  • at framleiðarar av el-bilum stremba hart í móti at gera framleiðsluna av bilunum grønari - og serliga battaríini. 
  • útyvir ikki at útláta CO2, meðan teir koyra, útláta el-bilar heldur ikki tungmetallir og aðra gift sum er til stóran ampa serliga í býum og tættbygdum øki. 
  • el-bilar eru slitsterkir, tí teir í mun til diesel/bensin-bilar, hava nógv færri lutir, sum røra seg og tí er væntandi at viðlíkahaldið verður minni og livitíðin longri.
Youtube-videoin, "Are Electric Cars Worse For The Environment? Myth Busted", sæst her, hon er 13 min og 46 sekund:



Comments

Popular posts from this blog

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?

Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?