Tunnil undir Havnarvág og parkeringstunlar undir Vágsbotni


Nú 
tað nærkast kommunuvalinum, er eitt rættiligt hugarok kyknað um mangt og hvat, sum kann gerast í kommununi. Eg vil eisini upp í part :-) og mítt uppskot er at gera ein undirsjóvartunnil frá Skansanum yvir á vestaru bryggju. 
Hetta hevði loyst stóran part av ferðslutrongunum í miðbýnum, og skjótt og lætt hevði verið at ferðast eystur og vestur í býnum gjøgnum tunnilin, sum bara hevði verið góðan hálvan kilometur til longdar. Við eini rundkoyring kann tunnilin verða bundin í parkeringstunlar undir Vestaru vág. 


Jón KragesteenX við Tjóðveldi

Comments

Popular posts from this blog

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?