Villeiðandi samanbering millum el-bilar og diesel bilar

Afturvendandi eru ymiskar samanberingar at síggja millum el-bilar og diesel bilar. Tað vanliga er, at mett verður um co2 útlát og dálking og mangan er talan um ivasama próvførslu. Eg sá hesa myndina á facebook og tað stakst upp á meg at kanna eitt sindur nærri, hvat hetta snúði seg um.



Skjótt kemur fram, at her er tað ikki co2, sum er kjarnin í málinum, men kostnaðurin á orkuni. Søgan er í stuttum, at ein el-bilur av slagnum Jaguar I-Pace og ein diesel bil av slagnum Volvo XC60 85 koyra frá Stockholm til Nice. Sambært tí, sum verður ført fram í myndini, kostar elektrisitetið til Jaguarin 5.571 kr. og diesel Volvoin 2.034 kr og yvirskriftin eftirfylgjandi er sjálvsagt: "El-bilar eru dýrari í drift enn dieselbilar"


Jaguar I-Pace       Volvo XC60 85
Jaguar I-Pace              Volvo XC60 85

Sera dýrt el
Um vit hyggja nærri at el-prísunum, sum verða uppgivnir, má sigast, at teir eru rættiliga høgir, nevniliga 8,29 kr. í miðal fyri hvørt kWh. Leitar tú á netinum, so sýnast prísirnir í Evropa gjøgnumgangandi heldur ikki at vera so høgir, sum samanberingin sýnir. Eisini hevur tað stóran týdning hvørjar løðistøðir tú nýtir og hevur tú hald hjá onkrum felagið, kann prísurin koma heilt niður í 2-3 kr. fyri hvørt kWh.  

Um vit flyta samanberingina til Føroyar
Seta vit føroyska el-kostnaðin inn í staðin, nevniliga 1,95 kr pr. kWH, hevði el-bilurin koyrt sama strekkið fyri einans 1,310.40 kr. og bara 974.40 kr., um vit taka lægra prísin hjá SEV, sum er 1,45 kr. pr. kWH.  

Rætt skal vera rætt, við óvanliga lága dieselprísinum, sum er í Føroyum í løtuni, nevniliga 6.46 kr. pr litur, høvdu teir 156 litrarnir, sum dieselbilurin nýtti, eisini verið bíligari Føroyum, nevniliga 1007,76 kr, við øðrum orðum nær lægra prísurin hjá SEV.   

Diesel bilurin hevur nógv størri co2 útlát

Sum longu nevnt, er tað co2 útlátið, sum tað er mest upplagt at tosa um, tá ið el-bilar og dieselbilar verða sammettir. Og her er stórur munur, tí at dieselbilurin útletur á ferðini nógv meira co2. Co2 útlátið fyri hvønn litur av diesel, sum verður brent í einum bili, er uml. 2,62 kg*). Og tað, falda við 156 litur, gevur meira enn 400 kg av co2. El-bilurin hevur á sjálvari ferðini einki co2 útlát og er elektrisitetið gjørt við grønari orku, so er einki útlát. 


Verður orkan hinvegin gjørd í olju- ella kolelektrisitetverkum, so er sjálvandi talan um co2 útlát, men tó ikki so nógv, sum hjá dieselbilinum, tí at stór kraftverk hava minni spill enn lutfalsliga smáir bilmotorar. Um vit siga at uml. ⅓ av orkuni í londunum, sum koyrt verður í gjøgnum, er grøn, ja so er útlátið minni. Og so skal leggjast afturat, at el-bilar lata ikki út tungmetallir og aðra gift, sum er til stóran ampa serliga í býum og tættbygdum øki.


Diesel bilurin brúkar meira enn tvífalt so nógva orku

Seta vit fokus á orkunýtsluna, so nýtti el-bilurin, sum longu nevnt, 672 kWh at koyra teir 2.390 km frá Stockholm til Nice. Diesel bilurin nýtti 156 litrar av diesel og umroknað til kWh verður tað (156 x 9.1)**) = 1415 kWh. Við øðrum orðum nýtti diesel bilurin meira ein tvífalt so nógva orku. Orsøkin er, at smáir forbrenningsmotorar megna ikki at gagnnýta orkuna betri enn so, - meira enn helvtin fer til spillis, m.a. sum hitatap. 

Fyrimunir við lítlum bili
Samanumtakandi, so er talan um stórar bilar í samanberingini.

Um vit seta ein minni bil inn í staðin, t.d. ein eGolf 2018, sum á sløttum góðum vegi í Føroyum kann koma niður á 0,14 kWh pr km - í mun til 0,28 kWh pr. km hjá Jaguarinum - so hevði Golfurin kunnað koyrt teir 2.390 km. fyri 2.830.50 kr. í mun til  5.571 kr hjá el-Jaguarinum.

Men Golfurin hevði nýtt væl minni av orku, bara 341 kWh í mun til 672 kWh hjá Jaguarinum og tað hevði við føroyskum el-prísi bara kosta 495,07 kr. 

Og so kunnu vit at enda leggja afturat, at um bilurin verður løddur á nátt við vindi og regni, sum vit eru ikki eru óvon við, so er el-orkan so at siga 100% grøn :).

Niðurstøðan má vera í øllum førum vera, at Føroyar hóska seg væl til at hava el-bil. Og jú fleiri grønar orkukeldur, ið koma, jú betur.

*) https://www.fleetnews.co.uk/costs/carbon-footprint-calculator/#:~:text=Vehicle%20CO2%20Emissions%20Footprint%20Calculator&text=Burning%20a%20litre%20of%20diesel,and%20produces%20about%202.39%20kgs. **) https://deepresource.wordpress.com/2012/04/23/energy-related-conversion-factors/


Comments

Popular posts from this blog

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?