At súkkla er at liva...


Hvat er betri enn at byrja dagin á súkkluni? 
Frísk luft í nasar og lungu, kroppurin ernast og tú fært balsam fyri sál og sinn. At súkkla er ikki bara at liva, tað er frælsi! 

Tíverri er tað so, at á veg til arbeiðis sært tú ikki nógv, sum velja súkkluna, tey allar flestu, sita í bili, oftast bíðandi í longum bilrøðum.  


Prátar tú við fólk, vísir tað seg, at tað eru fleiri, sum væl kundu hugsað sær at nýtt súkkluna sum flutningstól. Men tey aftra seg, tí tey kenna seg ikki trygg at súkkla í ógvusligu ferðsluni - millum bilar, lastbilar og alskyns akfør, sum fúka framvið. 

Og bara tankin um at senda eitt barn út í henda meldurin er ræðandi 


Tí mugu vit hava nógv fleiri súkklubreytir so tað í størstan mun ber til at súkkla uttan at vera í millum bilar. Tíbetur ber til á flestu gongubreytunum, sum longu eru, at skipa fyri, at pláss er at súkkla eisini. Her hevur býráðið gingið undan - og tær strikurnar og skráarnir, sum higartil eru gjørdar, gera longu stóran mun.  

 
 
Tað eru nógvir fyrimunir at súkklu. Umframt kropsligu og sálarligu fyrimunirnar, so eru eingir parkeringstrupulleikar og ofta kemur tú skjótari fram enn bilarnir. At súkkla gevur eisini sosialar fyrimunir, tí á súkklu kemur tú tættari í samband við fólk, tú kanst heilsa ella steðga á til eitt prát. 

Og so ikki um at tala náttúruupplivingarnar, sum tú fært ókeypis 


Eg vil stríðast fyri, at tað skal vera gott og lætt at súkkla í kommununi og at súkklan veruliga kann verða nýtt sum ein alternativur háttur at flyta seg. Skal undirstrika, at fyri mítt viðkomandi er hetta er ikki bara nakað, sum brestir fram, nú tað er val. Eg havi veruliga eitt ynski at fáa hetta framt og saman við vitanini, sum eg havi frá tíðini sum stjóri í Ráðnum fyri Ferðslutrygd, haldi eg meg hava eg nakrar førleikar, sum kunnu gera mun.  

 
Skal leggja afturat, at eg eisini havi eitt ynski um, at vit skulu fáa meira gleði av kunna súkkla og ganga fram við á landsvegunum í kommununi, Eg vil eisini arbeiða fyri, at tað skal vera tryggari og betri, sum t.d. her á landsvegnum inn í Kaldbaksbotn. 
 

Jón Kragesteen, valevni fyri Tjóðveldi 

Comments

Popular posts from this blog

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?