KLOAKKIR SKULU VEITAST ÚT Á STREYMASJÓGV

Fólk skulu kunnu svimja í sjónum uttan at hava ampa av kloakkvatni. Um tað ikki ber til leiða kloakkirnar út á streymasjógv, mugu tær reinsast.

Ein av náttúruperlunum í kommununi er Sandágerð, ein vík við hvítum sandi, ósa og vøkrum fossi, eitt ótrúliga vakurt umhvørvið.
       
Men... um tú hyggur út á vágna nakað út frá Sjósavninum, sær tú at sjógvurin speglar seg øðrvísi og kanska sært tú, at fuglur situr har.

Orsøkin er, at har er eitt útrensl frá einari kloakk og fuglurin, sum situr har, bíðar eftir onkrum spennandi at finna.

Og hóast fossurin er vakur, so er vatnið í Sandá neyvan reint, tað luktar í øllum førum ikki væl. Undir sjúkrahúsinum er sama skil og vatnið, sum kemur innan úr havnarlagnum er heldur ikki serliga reint. Tá ið áarføri er, er heilt galið á Eystaru Vág, tí at tá flytur kloakkin yvir, sum annars rennur út í Sersjantavíkina.

Hoyvíkin er eisini eitt vældámt stað at svimja í sjónum. Men har er ikki frægari, har rennur kloakk út sunnara víkarmunna og ein onnur beint norðanfyri við Kúrberg.

Tað er tí við blandaðum kenslum, at eg hyggi eftir myndum, sum fólk leggja út av sær, meðan tey svimja í Sandágerði og Hoyvík - ja tað kennist eitt sindur sum at spilla spælið at skriva hetta her.



Men, sum myndin sýnir, eru kloakkrensl, sí "UA...", allan vegin av Argjaboða og norð á Hvítanes - og ikki øll renna út á streymasjógv!

At skipa kloakkir er ein av kjarnuuppgávunum hjá einari kommuni og hetta er nakað, sum eg vil raðfesta høgt, um eg fái møguleikan.

Jón Kragesteen, valevni fyri Tjóðveldi

Comments

Popular posts from this blog

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Kloakkfundur í Sjónleikarhúsinum