Kloakkfundur í Sjónleikarhúsinum


Kloakkviðurskiftini í gomlu býarpørtunum eru mangastaðni ikki í lagi. Ofta er ramur roykur millum húsanna og í summi hús er ikki innfarandi fyri kloakklukti. Hetta kemur enntá fyri seg í handlum og skeinkistøðum. 

Orsøkin er at kloakkirnar eru ikki gjørdar, sum tær eiga at verða gjørdar, rørini eru tærd, tey eru brotin ella tey eru als ikki har. 

Úrslitið er, at kloakkroykur og óhumska lekur út í tún og garðar. Fólk, sum búgva ella arbeiða í hesum økjunum, standa hjálparleys og noyðast at liva áravís í hesum umstøðum við niðursettari lívsgóðsku.

Í sjónleikarhúsinum í dag 4. november kl. 19.00 verður almennur fundur um hetta evnið - við luttøku av fleiri politiskum flokkum. 

Fundurin verður eisini stroymaður og sæst her: https://youtu.be/A-zbj5JobVU  

Kloakkirnar eru er ein av kjarnuuppgávunum hjá kommununi og skal raðfestast sera høgt

Jón Kragesteen, valevni fyri Tjóðveldi


Comments

Popular posts from this blog

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?

Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?