Vit skulu tryggja umhvørvið og inntøkur í sambandi við aling í kommununi


Alibrúk í Tórshavnar Kommununu geva alarum tíggjutals milliónir í vinningi. Men sera lítið av hesum liggur eftir í kommununi - og tað er ikki ordiliga í lagi. Og als ikki, tá ið vit hugsa um, hvussu stóra ávirkan alifyritøkur hava á lokalu umhvørvini.

Sum dømi gevur alibrúkið úti á Gulanum 50-60 milliónir í nettovinningi um árið. Tað einasta, sum er eftir í kommununi, er eitt sindur av partafelagsskatti og nakað av havnagjaldi fyri smáar alibátar. 

Aliloyvi eru ikki kommunal mál. Men ávirkanin av alingini fer fram í kommununum og ikki minst árinið á náttúruna. Tí eigur kommunan at vera virkin viðspælari í tí, at tryggja, at umhvørvið sum minst verður órógvað. 

Jón Kragesteen, Tjóðveldi 

Comments

Popular posts from this blog

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?