Posts

Showing posts from 2018

493 orð um veðurlagsbroytingar

At veðurlagið á jørðini broytist er einki nýtt. Men seinastu 450.000 árini hevur veðurlagið verið lutfalsliga regluligt og miðalhitin hevur sveiggjað millum at vera 3 stig heitari og 8 stig kaldari enn miðalhitin er nú. Við øðrum orðum, eitt afturvendandi mynstur, har heit tíðarskeið avloysa kaldari. So kanst tú spyrja: hvussu kunnu vit vita alt hetta?  Jú, við at kanna aldargamlan ís og taka royndir av tilfarinum, luftbløðrum og øðrum. Ískanningarnar hava eisini avdúkað, at CO2 innihaldið í luftini og miðalhitin fylgjast rættiliga neyvt í einum føstum mynstri - sum eisini samsvarar við vitanina um, at jú fleiri bitlar eru í luftini, t.d. CO2, jú meira hitnar luftin. Afturvendandi mynstrið broytist Eitt annað, sum ískanningarnar hava víst, er at fyri umleið 200 árum síðani broyttist mynstrið og CO2 innihaldið í luftini byrjaði at vaksa óvanliga nógv. Frá at hava sveiggjað millum 180 og 300 ppm (millióntapartar) er CO2 innihaldið í luftini komið upp í næstan 400 ppm. Og tað er ik

500 orð um veðurlagsbroytingar

At veðurlagið á jørðini broytist er einki nýtt. Men seinastu 450.000 árini hevur veðurlagið verið lutfalsliga regluligt og miðalhitin hevur sveiggjað millum at vera 3 stig heitari og 8 stig kaldari enn miðalhitin er nú. Við øðrum orðum, eitt afturvendandi mynstur, har heit tíðarskeið avloysa kaldari.  So kanst tú spyrja:  hvussu kunnu vit vita alt hetta?  Jú, hetta ber til at kanna aldargamlan ís og taka royndir av tilfarinum, luftbløðrum og øðrum. Ískanningarnar hava eisini avdúkað, at CO2 innihaldið í luftini og miðalhitin fylgjast rættiliga neyvt í einum føstum mynstri - sum eisini samsvarar við vitanina um, at jú fleiri bitlar eru í luftini, t.d. CO2, jú meira hitnar luftin. Afturvendandi mynstrið broytist Eitt annað, sum ískanningarnar hava víst, er at fyri umleið 200 árum síðani broyttist mynstrið og CO2 innihaldið í luftini byrjaði at vaksa óvanliga nógv. Frá at hava sveiggjað millum 180 og 300 ppm (millióntapartar) er CO2 innihaldið í luftini komið upp í næstan 400

El-bilar minni CO2 enn diesel/bensin-bilar!

Image
Í Youtube-videoini, "Are Electric Cars Worse For The Environment? Myth Busted", frá 31. oktober 2018, verða afturvendandi mytur viðgjørdar, sum føra fram, at framleiðslan av el-bilum skal hava so nógv CO2 útlát við sær, at diesel/bensin bilar, hóast teir brenna diesel/bensin hava minni CO2 útlát. Í videoini verður sakliga argumenterað við keldutilvísingum og greið roknistykkir verða sett upp. Staðfest verður, at um tú sammetir ein el-bil, sum t.d. Nissan Leaf, við ein diesel/bensin bil av sama klassa, er CO2 útlátið av framleiðsluni av el-bilnum størri, nevniliga 15 tons CO2 í mun 10 tons CO2 sum framleiðslan av diesel/bensin bilinum hevur við sær. Og munurin er battaríið hjá el-bilinum og størri battaríið er, jú meira CO2. Við øðrum orðum er diesel/bensin bilurin grønari, tá ið bilarnir fara at koyra. Men so hvørt bilarnir leggja kilometrar aftur um seg, gerst el-bilurin grønari - og grønari el-orkuframleiðslan er, skjótari gongur. Taka vit USA, har orkuframleiðsluna

Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?

Image
Um tú googlar spurningin: Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?  koma fram fleiri óhugnalig svar, alt frá kometum, ið renna á jørðina, ógvusligum eldgosum, sum oyðileggja alt, sum fyri er - ella sólstormar, sum svíða alt lív av. Hetta eru náttúruvanlukkur, sum eru so ógvusligar og langt uttanfyri tað, sum vit menniskju kunnu fata - og enn minni hava ávirkan á.  Sætt í tí ljósinum eru trupulleikar, sum eru uppi í dag, sum t.d. veðurlagsbroytingar, náttúruoyðingar, turkur, fátækradømi og kríggj tann reini barnamatur.  Felags fyri hesar smáu hóttanirnar er, at tær eru mannaskaptar, tær eru avleiðingar av virkseminum hjá mannaættini. Hinvegin, tá ið hetta nú eru mannaskaptir trupulleikar, kundi verið ein ávísur møguleiki at vit kunnu venda gongdini við t.d. at broyta atferð.  Bíða nú, mannaskaptar? -  kann tað prógvast? - vilja summi kanska føra fram... ræður náttúran ikki sær sjálvum? - og hava veðurlagsbroytingar ikki altíð verið?  Kunnu hesi - sum bíblian lýsir sum máttleys m

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Image
Í dag er flestum kunnugt, at tað er bráneyðugt at steðga CO2 útlátinum hjá mannaættini - um vit ikki skulu forkoma liviumstøðunum hjá eftirkomarum okkara. Tíbetur koma alsamt nýggjar uppfinningar, sum gera tað møguligt at nýta aðrar orkukeldur enn kol og olju. Ein av mest eyðsýndu framstigunum eru el-bilarnir.  Men hóast væl dokumenteraðu fyrimunirnar eru javnan yvirskriftir og søgur at síggja í miðlunum, sum hava mótstríðandi boðskap. Hví so er, er ikki so lætt at siga. Hinvegin er tað ikki ókent, at tey, sum vilja sleppa at halda fram at selja olju og bensin, seta nógv inn fyri at verja síni áhugamál.  Á myndini til høgru sæst mynd, sum var  løgd út á Facebook og hevur tílvísing til  grein  í  danska "Ekstra Bladet" .  Greinin tekur støði í  frágreiðing ,  hjá granskingarstovninum "Klimarådet",  har kikarin verður settur á eina samanbering millum "lívstíðar-gongdina" hjá el-bilum í mun til bensin- og dieselbilar, altso gongdina framleiðslu, nýtsl