Betri kappingartreytir til føroyska matframleiðslu


Ein dagin eg hugdi í køliskápið, sum var væl stappað við mati, hugsaði eg: hvussu nógv av hesum mundi vera framleitt í Føroyum? Eg tók alt úr køliskápinum, sum var innflutt og setti tað á gólvið. Í tí tómliga køliskápinum var nú einans mjólk, rómi, smør ein bjór, turrur fiskur, rullupylsa og ein frikadella. Tað, sum stóð eftir á gólvinum, rúgvaði harafturímóti væl upp.

Tað er ikki tí, at vit í Føroyum ikki framleiða mat, tí í veruleikanum framleiða vit eina rúgvu av mati. Í 2018 útfluttu vit heili 564.272 tons av fiski, tað er omanfyri 11 tons fyri hvønn íbúgva - ella meira enn 31 kilo pr. fólk pr. dag. So hóast vit ótu meira av fiski, t.d. eina portion um dagin (kanska 250 gram ella meira) so hevði ovmikið verið eftir at útflutt. Men bara at etið fisk, hevði nú verið langligt sum frá leið.

Kundu vit framleitt størri part av matinum, sum vit sjálvi eta? 
Hví velta vit ikki fleiri epli, gularøtur kál og annað, sum væl ber til at dyrka her? Hví framleiða vit ikki neyta-, høsna- ella svínakjøt og hví er t.d. ikki eitt eggvirkið í Føroyum longur?

Eitt svar er í øllum førum, at vit í Føroyum hava ikki somu kappingartreytir, sum kappingarneytar okkara í EU og hinum londunum rundan um. Tí har verður matframleiðslan borin uppi við stuðuli - nógvum stuðuli - meðan okkara matframleiðlsa ongan stuðul fær.

Hví verður stuðul givin til matframleiðslu í londunum í Evropa? Svarið er, at eftir seinna heimsbardaga var mattrot, tí at matframleiðslan var alt ov lítil. Ásannandi at matframleiðsla er kostnaðarmikil og trupul at fáa at bera seg vórðu stuðulsskipanir settar í verk, at  tryggja at nóg mikið av mati var til øll. At henda stuðulsskipanin ikki bara hevur havt fyrimunir við sær, men eisini vansar, er ein onnur søga, men hon er so í gildi enn, meira enn 70 ár aftaná.

Skipanina í Evropa fáa vit einki gjørt við - tað liggur uttanfyri okkara ávirkanarøki. Men vit hava møguleika at laga okkara egnu fortreytir, so at tær líkjast teimum hjá okkara kappingarneytum - og harvið fáa møguleika at vera við. Tað kann verða gjørt á ymiskan hátt t.d. við frítøku av mvg ella øðrum avgjøldum. Ella at stuðla, soleiðis sum okkara kappingarneytar gera.

Eitt dømi um stuðulsskipan sum virkar, er mjólkarframleiðslan í Føroyum - hóast hon als ikki fær eins nógvan stuðul, sum mjólkarframleiðslan í okkara grannalondum fær.

Kunnu vit ikki bara lata onnur um at framleiða mat til okkara og so útflyta vit teimum fisk?
At flyta matvørur aftur og fram krevur nógva orku og er harvið eisini orsøk til stórt CO2 útlát. Um fylgt verður við CO2 fótasporinum hjá okkara mati, so er tað rættiliga svart. Fyrst nýta vit nógva olju at fiska, síðani skal fiskurin flytast av landinum og tá skal olja eisini nýtast. Fyri pengarnar, sum vit fáa fyri at selja fiskin, keypa vit so t.d. kjøt úr Ný Sælandi ella Brasilia, sum aftur fær eitt svart CO2 flutningsspor til Føroya. Vit innflyta t.d. eisini sild í dós - sild, sum vit kanska sjálvi upprunaliga fiskaðu, men fluttu av landinum til onnur at virka.

Men, tað at hava egna framleiðslu er ikki bara ein orkuspurningur, tað er eisini ein spurningur um trivnað, mentan og lívsgóðsku og ikki minst erni og stoltleiki av at hava framleitt frískan og dygdargóðan - og sjálvandi vistfrøðiligan mat.

Tá ið hetta er sagt, so er tað ikki soleiðis, at als eingin annar matur enn fiskur verður framleiddur í Føroyum - tað er siðbundna seyðahaldið eitt gott dømi um. Eisini verður nakað av eplum og øðrum dyrkað. Og tað henda frambrot ymsastaðni, har tað kendasta man vera Veltan í Sandoy.

Comments

Popular posts from this blog

Súkklubreytir eins høga raðfesting sum bilavegir

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

VANDAMIKIÐ VEGAMÓT Í HOYVÍK