Hitamet í París, London, Berlin - tað verður heitari og heitari...
Mynd: The New York Times
Í tíðindunum verður tað nevnt aftur og aftur: “nýtt hitamett sett”. Hetta hendir m.a. í londum, sum ikki eru so fjart frá okkum. Og soleiðis hevur verið seinastu árini, nýggj met hvørt ár. Øll tey heitastu summarini tey seinastu 500 árini hava verið tey seinast 17 árini.
Tíverri er hetta alt ov væl í tráð við forsøgnirnar, sum vísindafólk hava boðað frá í fleiri ár - at tað verður heitari og heitari á jørðini og veðurlagið er í ferð við at broytast. Avleiðingarnar verða væntandi sera álvarsligar fyri stóran part av heimsins íbúgvum.
Orsøkin er stóra CO2 útlátið hjá mannaættini seinastu 200 árini, sum leggur seg sum eina dýnu um jarðarknøttin og ger ólag í hitaskipanina í atmosferuni. Fremsta uppgávan hjá okkum øllum í dag er at gera alt vit kunnu at steðga hesari gongd. Og tað kunnu vit bara gera við at minka um CO2 útlátið og skifta frá olju til varandi orku.
Treyðugt so er okkurt hent á hesum øki seinastu árini, men alt ov lítið. Vit mugu tí bretta upp um armar.. nú!
Comments