Í dag, ólavsøkudag, er Heimsins-út-um-markfarardagur
(Mynd tikin ólavsøkumorgun 2019 kl. 4.56)
Heimsins-út-um-markfarardagur, ella "Worlds Overshoot Day" er dagurin, tá ið vit hava nýtt alt, sum jørðin megnar at endurskapa í ár. Tað, sum vit nýta restina av árinum, verður tikið frá framtíðini.
Og tað gongur skjótt tann skeiva vegin, fyri 10 árum síðani var dagurin 18. august og fyri 20 árum síðani 29. september. Við øðrum orðum brúka heimsins fólk næstan tvær ferðir meira enn jørðin megnar at endurskapa um árið.
Hetta er bara miðaltalið fyri allan heimin. Men summi, t.d. vit í Føroyum, nýta nógv meira, hjá okkum er Heimsins-út-um-mark-farardagur longu í mars mánaði.
Tað er tí sólarklárt, at vit standa framman fyri einum risastórum trupulleika. Einstein skal hava sagt, at "vit kunnu ikki loysa ein trupulleika við sama tankasetti - ella hugburði, sum trupulleikin var skaptur í. Vit mugu tí læra okkum at hugsa í nýggjum veruleikum og í nýggjum tankasettum, hvussu vit kunnu nýta heimsins tilfeingi meira skynsamt og burðardygt. Hjá okkum er tað fyrst og fremst mátin at nýta orku, sum má broytast beinanvegin.
Við hesum vil eg ynskja øllum eina framhaldandi góða ólavsøku!
Comments