Pultstímarnir hjá lærarum skulu niðuraftur
Skulu vit hava ein góðan skúla, mugu lærarar hava nøktandi kor at arbeiða undir!
Seinastu árini er gingið skeiva vegin, tí at talið á pultstímum er økt frá uml. 25 tímum upp í 28 tímar - og tað sær ikki út til at skula steðga har.
At standa frammanfyri einum skúlaflokki og hava eitt beinleiðis undirvísingarsamskifti við næmingar, sum hava ymiskar førleikar og fortreytir er sera krevjandi.
Tá ið hvør pultstími er liðugur er nógv eftir at gera. T.d. samrøður við næmingar, við foreldur, við aðrar lærarar og eisini skulu eftirmetingar gerast, bæði av undirvísingini og eisini í mun til einstakar næmingar - nakað sum hevur sera góða ávirkan á læringina.
Eg vil tí arbeiða fyri at pultstímatalið verður minkað aftur - helst niður móti 22 tímum fyri at fáa veruliga góðar arbeiðsumstøður, sum koma næmingunum til góða!

Comments