Vit megna tað vit vilja
Tá Atlantsflog var sett á stovn fyri 31 árum síðani áttu Føroyar so at siga ongar flogskiparar, mekanikkarar o.a. til at reka eitt flogfelag. Fyrstu árini var dúvað upp á útlendska servitan, men tað gingu ikki nógv ár til at vit høvdu bæði flogskiparar, flogmekanikkarar og aðra servitan um flúgving.
Soleiðis hevur verið hvørja ferð vit hava tikið ábyrgd og tað hevur gingið rættiliga skjótt at upparbeiða neyðugu fakligu vitanina, tað verið seg skúlamál, sjúkrahúsmál, postverk, fiskiveiðieftirlit o.s.fr.
Fara vit góð 100 ár aftur í tíðina, so var eingin vitan um at føra skip í Føroyum og vit høvdu onga navigatiónsútbúgving. Tíbetur vóru tað fólk, sum settu sær sum mál at fáa hesa útbúgving upp at standa í Føroyum og tað eydnaðist.
Í dag hava vit ábyrgdina av stórum parti av samfelagsfunktiónunum og vit gerast betur og betur til at umsita. Fyri framman eru mál, sum heilt greitt eiga at verða yvirtikin sum skjótast, m.a. politiið og rættarskipanin.
Søgan sigur okkum, at vit megna tað, sum vit vilja megna, so sjálvandi megna vit eisini hesar uppgávurnar!
Comments