Í míni leið í ferðsluni


Á míni dagligu leið í ferðsluni í bili, á súkklu ella til gongu geri eg mær ofta hugsanir um, hvussu hatta vegamótið, handan rundkoyringin, handa gongubreytin, hasin gonguteigurin o.s.fr. kundi verið betri. Ofta hugsi eg, at tað kundi sæð út sum um, at fólkini, sum hava lagt hetta til rættis, hava sitið aftan fyri róðrið í einum bili meðan tey hava gjørt tað. Tí at alt er skipað út frá fortreytunum hjá bilunum – og í nógv minni mun út frá fortreytunum hjá bleytu ferðsluni, les fólk til gongu ella á súkklu. Mangan havi eg hugsað, at hatta skal eg gera okkurt við, hasum skal eg boða frá - onkrastaðni. Men tíverri, tað fer fram við og eg geri einki. Og so næstu ferð, eg komi á sama stað, so síggi eg trupulleikan aftur. Og næstu ferð – og næstu ferð og einki hendir.

Men, nú havi eg tikið mær fyri, at eg í hvussu er skal royna at gera okkurt. Um ikki annað, so lýsa trupulleikan og koma við uppskoti um, hvussu tað møguliga kundi verið gjørt betri. Niðanfyri er mín fyrsta roynd

Vegamótið R.C. Effersøesgøta/Títlingsvegur
Eitt stað, sum eg ferðist nógv um, m.a. á veg til arbeiðis, tá ið ørindi eru Ítróttarhøllina á Hálsi og svimjihøllina, er vegamótið RC Effersøesgøta/Títlingsvegur, sí Yvirlitsmynd 1.

Yvirlitsmynd 1 
Fyri nøkrum árum síðani var vegamótið skipað soleiðis, at gonguteigur var í forleingilsi av norðaru gøtuni frá Høllini á Hálsi og so yvir móti Berg Motors. Harvið krossaði gonguteigurin tríggjar vegbanar og tað er í sjálvaum sær sera vandamikið. Tað, sum hendir er, at tá ið eitt fólk stillar seg við gonguteigin at fara yvir um vegin, so steðgar bilur, sum t.d. koyrir í nærmasta vegbana. Fólkið fer so til gongu yvir um vegin. Men nú kann henda, at bilur nærkast, sum er í miðbananum, ið er til bilar, sum skulu til vinstru inn í Títlingsveg. Bilførarin í hesum bilinum hevur ringan møguleika at síggja fólkið, sum nú er í ferð við at ganga yvir um vegin, tí tað er fjalt av bilinum, sum hevur steðgað fyri tí. Og er talan um barn, er støðan enn verri, tí tað kemur ikki upp um bilin og sæst kanska als ikki. Og so kann tað henda, at bilurin í miðbananum sær fólkið/barnið ov seint og kann koyra tað niður. Og hetta er hent í veruleikanum - í fleiri førum og avleiðingin hevur verið um álvarsligur fólkaskaði.

Tað var tí skilagott av Tórshavnar Kommunu at taka henda gonguteigin burtur.

Men tað var ikki skilagott einki at gera í staðin. Tí tørvurin at sleppa yvir um vegin hvørvur ikki fyri tað, um gonguteigurin er burtur. Tað, sum nú hendir er, at fólk fara yvir um vegin allíkavæl, við ella uttan gonguteig.

Hetta átti at verið gjørt
Tað, sum eg haldi átti at verið gjørt er, at gonguteigur verður gjørdur nærri móti miðbýnum, har bara tveir vegbanar eru, sí Mynd 2 niðanfyri.

Yvirlitsmynd 2
Og har, sum nú hvítar skrástrikur eru í vegnum, skuldi verið gjørd ein oyggj, so at tað gerst trygt hjá fólkinum, sum skal yvir um vegin, at steðga á, um førarin í bilinum, sum er í bananum hinumegin, ikki hevur sæð, at tey eru á veg yvir um vegin. Norðara gøtan frá Høllini á Hálsi skuldi so verið niðurløgd og bara tann sunnara skuldi verið nýtt.

Onnur viðurskifti í hesum sambandi
Umframt at vera ein trygg og sera brúkilig loysn fyri fólk til gongu, sum skulu yvir um R.C. Effersøesgøtu, hevði hetta eisini gjørt, at bilarnir, sum koyra úr býnum helst høvdu sett ferðina niður, tí at miðoyggin vil geva eina kenslu av, at vegurin er smalari, hóast at hann ikki er tað. Hervið verður lættari hjá bilum, ið koma út úr Títlingsvegi at koyra út á R.C. Effersøesgøtu.

Vantandi gongubreytir í Tìtlingsgøtu
Tá ið eg nú eri við hetta vegamótið, so haldi eg, at Tórshavnar Kommuna eigur at skipa fyri, at bilar ikki standa á gongubreytini frammanfyri bilasøluna, so at fólk til gongu noyðast út á vegin, tá ið tey skulu ganga framvið. Eisini eigur gonguteigur at verða gjørdur allan vegin í sunnaru síðu av Títlingsvegi yvir til Heykaveg.

Yvirlitsmynd 3

Comments

Popular posts from this blog

Súkklubreytir eins høga raðfesting sum bilavegir

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

VANDAMIKIÐ VEGAMÓT Í HOYVÍK