Fløskur skulu kunna avreiðast á einum stað
Kommunan skal taka um endan og gera afturberingarstøð, sum taka í móti øllum fløskum!
Vit kenna tað øll: fløskur av alskyns slag rúgva seg upp. Til endans er einki annað at gera, nú má avreiðast. Tú fyllir bilin og koyrir til handilin, har tú plagar at keypa, har tað er ein afturberingarautomat.
Men, tað er langt í frá altíð, at tað gongur, sum ætlað.
Ofta er long bíðirøð. Og, tá ið tú ert komin fram at, vísir tað seg, at automatin tekur ikki í móti øllum fløskunum, spítur fleiri út aftur.
So mást tú aftur á ferð til eitt annað stað og viðhvørt skalt tú í gjøgnum sirkussið bæði tvær og tríggjar ferðir.
Í Rúsuni sleppur tú av við øl- og brennivínsfløskur, men ikki t.d. sodavatnsfløskur, hóast tær hoyra til sama bryggjarí, sum ølfløskurnar, sum tú lat inn. Óvanligt er heldur ikki, at automatirnar eru í ólagi.
Endin er mangan, at tú í fleiri dagar koyrir runt við ringlandi fløskum, sum bæði lukta og klepra, til tað at enda eru løgir aftur at royna at avreiða tær.
Hetta kunnu vit gera betur.
Eg haldi, at kommunan eigur at taka um endan og skipa fyri, at tú kanst lata allar fløskur inn á einum staði. Ein slík høvuðsstøð kundi t.d. verið gjørd sum partur av ruskskiljingini á Sandvíkarhjalla.
Men, tað eiga eisini at verða gjørd afturberingarstað tættari bygdum øki, so at tað er møguligt at avgreiða hesi ørindi á súkklu ella til gongu, t.d. saman við busskoyring.
Hetta er eitt týdningarmikið mál í tráanini at endurnýta tilfeingið, sum vit nýta
Jón Kragesteen, valevni fyri Tjóðveldi
Comments