Høllin á Hálsi til tjóðarhøll


Høllin á Hálsi eigur at verða útbygd, so at býurin fær eina stórhøll, sum kann húsa altjóða dystum, stórum konsertum og fundum - eina tjóðarhøll. Tað hevur týdning, at slík høll er sentralt í býnum, so øll ikki nýtast at skula ferðast í bili, men kunnu eisini ganga ella súkkla.

Í dag sær høllin soleiðis út, ein long høll, sum, tíverri ikki lýkur altjóða krøv. Vanligu áskoðaraplássini eru minkað nógv, eru trengri og harðari. Tá ið stóru áskoðarapallarnir verða drignir út - onkuntíð, tá ið størri dystir eru, skulu áskoðararnir hyggja í gjøgnum eitt net, umframt at áskoðararnir skulu sita aftan fyri fyri málið - og tí verður langt yvir í hin endan. Til konsertir er kapasiteturin hjá høllini ikki blivin størri. Tí tey, sum skulu framføra kunnu ikki vera í øðrum endanum, tað verður ov langt millum tey, sum framføra. Hølið minnir meira um eina langa gongd.


Mítt uppskot er, at tað skal verða bygt upp í høllina vestur eftir í norðara enda, sum myndin sýnir. So vera 3 venjingarvøllir og pláss at gera vøll tvørtur um við flytiligum áskoðaraplássum til eini 2-3000 fólk. 

Eitt boð upp á, hvussu útsjóndin kundi verið úr erva, um slík takkonstruktiónin var vald


Útsjóndin frá ringvegnum: Undir høllini er pláss til ymisk sløg av ítrótti. Ein annar møguleiki kundi verið, at ÍSF og sersambonduni fingu høli her.


Í kortal.fo sær soleiðis út, sí reyðu strikuna. Víst skal verða á, at gott pláss er at flyta gamla Hoydalsvegin eitt vet. Góðir parkeringsmøguleikar eru í økinum, bæði við Svimjihøllina, Tórsvøll og við Høllina Hálsi. Ætlanir eru frammi  at leggja dekk á seinast nevnda við tí endamáli, at fólk í dagtímunum kunnu parkera har og taka bussin oman í býin. Við dekki oman á kann talið av parkeringsplássum tvífaldast.


Comments

Popular posts from this blog

Súkklubreytir eins høga raðfesting sum bilavegir

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

VANDAMIKIÐ VEGAMÓT Í HOYVÍK