Matframleiðsla í grannaløgum

Kommunan skal virka fyri  at fólk kunnu dyrka salat, kál, gularøtur og annað grønmeti til egna nýtslu. 

Kommunan skal skipa grøn øki til urtagarðsbrúk m.a. við vakstarhúsum, ið kunnu leingja vakstrartíðina við tveimum mánaðum í báðum endum.

Tað er av stórum týdningi, at vit ikki missa sambandið við til hvagan okkara matur kemur og hvussu hann kemur á borðið.  

Tíbetur eru tað nógv, sum hava umstøður, t.d. á sínum egna grundstykki, meðan onnur hava kanska atgongd til eitt jarðarstykki á bygd at seta niður epli og til at vera eitt sindur upp í seyðahaldi. 

Men øll hava ikki henda møguleika. Tey búgva kanska í raðhúsum, íbúðarblokkum ella í økjum, har atgongd til jørð er avmarkað. Og her er tað, at kommunan skal seta inn.

Hetta hevur eisini stóran sosial- og mentunarligan týdning. Tá ið fólk koma saman í dagligum práti um, hvussu nú gularøturnar kunnu fáast at vaksa betur, hvussu moldin skal taðast ella hvat slag av káli er best hóskandi, gevur trivnað og bestu læruumstøður til at fáa sum mest burtur úr.

Tað at framleiða grønmeti og annað til egna nýtslu minkar um tørvin at innflyta. Hetta virksemið er tí við til at minka um CO2 útlátið og gera Føroyar eitt sindur burðardyggari. 

Vakstrarhúsið í Hvamminum, sum er eitt samstarv millum Tórsbyrgi, Lágargarð og Boðanesheimið er uppskot um, hvussu hetta kann verða gjørt. Og tað eru nógv støð í kommununi har líknandi verkætlanir kundu verið gjørdar. 

Til dømis í býarpartinum yvir í Lon í eysturbýnum kundi verið bygt eitt 100 m2 vakstrarhús, sum varð karmur um felags planting, gróðurseting av nýggjum grønmeti. Tað er lætt at hugsa sær, at eitt slíkt vakstrarhús kundi hava stórar sosialar ágóðar fyri grannarnar í økinum.


Sama hevði kunnað verið gjørt í Karlamagnusarbreyt. Hetta er eitt øki, sum hevði notið serliga gott av tí, tí at her eru so nógvar tættbygdar íbúðir. 

Sjálvsagt liggur tað eisini væl fyri at gera slíkar ætlanir í teimum smærru bygdunum, sum t.d. Nólsoy, Kaldbak og Kirkjubø. 

At væl ber til at fáa grønmeti at vaksa um okkara leiðir - og væl norðari enn tað - er "Polarhagen" í Lofoten yviri í Noregi eitt gott dømi um, sí: https://www.facebook.com/polarhagenlofoten/ 





Comments

Popular posts from this blog

Súkklubreytir eins høga raðfesting sum bilavegir

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

VANDAMIKIÐ VEGAMÓT Í HOYVÍK