Friday, October 26, 2018

Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini?


Um tú googlar spurningin: Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini? koma fram fleiri óhugnalig svar, alt frá kometum, ið renna á jørðina, ógvusligum eldgosum, sum oyðileggja alt, sum fyri er - ella sólstormar, sum svíða alt lív av. Hetta eru náttúruvanlukkur, sum eru so ógvusligar og langt uttanfyri tað, sum vit menniskju kunnu fata - og enn minni hava ávirkan á. Sætt í tí ljósinum eru trupulleikar, sum eru uppi í dag, sum t.d. veðurlagsbroytingar, náttúruoyðingar, turkur, fátækradømi og kríggj tann reini barnamatur. 


Felags fyri hesar smáu hóttanirnar er, at tær eru mannaskaptar, tær eru avleiðingar av virkseminum hjá mannaættini. Hinvegin, tá ið hetta nú eru mannaskaptir trupulleikar, kundi verið ein ávísur møguleiki at vit kunnu venda gongdini við t.d. at broyta atferð. 


Bíða nú, mannaskaptar? - kann tað prógvast? - vilja summi kanska føra fram... ræður náttúran ikki sær sjálvum? - og hava veðurlagsbroytingar ikki altíð verið? Kunnu hesi - sum bíblian lýsir sum máttleys menniskju - veruliga broyta náttúruna? -


Til verju fyri bíbliuna kann sigast, at tá ið hon var skrivað, vóru menniskju ikki nógv í tali á jørðini, onkur metir einar 2-300 milliónir tilsamans. Fyrstu ferð fólkatalið í heiminum kom upp um eina milliard var í 1804. Bara góð 100 ár seinni, í 1927 - tá ið foreldur míni vóru fødd, var talið tvífaldað og kom upp í 2 milliardir. 33 ár seinni, í 1960, tá var eg sjálvur føddur, var enn ein milliard løgd afturat, nú vóru tríggjar. Og ferðin øktist, næstu árini legðist ein milliard afturat fyri uml. hvørt 13. árið. Við øðrum orðum tók tað bara eini 200 ár til at sjeyfalda tað fyrstu milliardina - og nú í 2018, eru vit væl á veg upp í tað áttandu milliardina. Og tað steðgar ikki her, tí, tí sum talvan frá ST-stovninum niðanfyri sýnir, eru vit komin upp í níggju milliardir áðrenn henda øldin er komin í helvt.




Men, um tú heldur, at fólkavøksturin úti í heimi hevur verið stórur, hygg so bara at talvuni hjá Hagstovu Føroya niðanfyri, sum sýnir fólkavøksturin í Føroyum í sama tíðarskeiði. Tað er nevniliga meira enn tíggjufaldað. Og um ikki kreppan hevði rakt okkum í nítiárunum, hevði tað kanska verið faldað tólv ferðir í mun til fyrst í 1800 talinum.





Tað, at vit eru vorðin so nógv her á jørðini, krevur sjálvsagt, at meiri skal til av øllum: matur, klæði, útgerð, rávørur, landaøki o.s.fr. Og kring heimin er farið at merkjast, at rávørurnar eru ikki óendaligar, nógvar eru um at verða brúktar upp ella fara at vera tað um nøkur fá ár. Afturat hesum kemur so dálkingin - vit nýta og blaka burt og fara so eftir enn meira av rávøru. 

Eitt eyðsýniligt dømi um, hvussu stórt virksemið hjá mannaættini er, er at gøtuljós okkara síggjast langt út í rúmdina - sum myndin av einari stjørnuklárari nátt yvir Evropa sýnir.




Tað er ikki einfalt at svara spurninginum, sum er settur í yvirskriftini: 
Hvør er størsta hóttanin hjá mannaættini? Síggja vit burtur frá kosmisku hóttanunum, sum vit ikki fáa gjørt so nógv við, so er tað ikki ov nógv sagt, at størsta hóttanin hjá mannaættini er mannaættin sjálv. Spurningurin er so, um tað er tí, at vit eru ov nógv í tali - ella um tað er tí, at vit duga ov illa at umsita tað tilfeingið, sum okkum er tøkt?

Samanumtikið man vera flestum greitt, at um okkara eftirkomarar ikki skulu hava verri livikor enn vit hava í dag, mugu vit venda gongdini og broyta okkara máta at nýta rávørur og fara frá "linierum" búskapi til “sirkuleran búskap” – ella sagt við einum meira kendum orði: til burðardyggan búskap - at nýta rávørur og tilfeingi soleiðis, at hesi eisini eru tøk hjá okkara eftirkomarum. 





Hetta eru stórir spurningar at loysa og tað er rættiliga ymist, hvussu fólk í heiminum hava møguleika og vilja at loysa hesar, tí fólk hava so ymiskar fortreytir. Meðan nøkur liva í sús og dús, liva onnur í fátækradømi og armóð. Meðan nøkur liva í demokratiium og hava møguleika at ávirka samfelagið, liva onnur í diktaturum og hava ongan avgerðarræt.

Hinvegin, tað gongur rætta vegin, - um enn spakuliga. Tí fólk eru í ferð við at vakna, bæði sum einstaklignar, í grasrótarørslum, fyritøkum, býarstýrum - og summi lond hava veruliga sett ferð á umleggingina av orkuframleiðsluni at minka um CO2 útlátið. Til tey góðu tíðindini hoyrir eisini, at útgerðin at útvinna varðandi orku, so sum sólkyknur og vindmyllur, kostar minni og minni og longu í dag loysir tað seg nógva staðni reint peningaliga at nýta hesi heldur enn at nýta olju ella kol.


Thursday, October 18, 2018

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"


Í dag er flestum kunnugt, at tað er bráneyðugt at steðga CO2 útlátinum hjá mannaættini - um vit ikki skulu forkoma liviumstøðunum hjá eftirkomarum okkara. Tíbetur koma alsamt nýggjar uppfinningar, sum gera tað møguligt at nýta aðrar orkukeldur enn kol og olju. Ein av mest eyðsýndu framstigunum eru el-bilarnir. 

Men hóast væl dokumenteraðu fyrimunirnar eru javnan yvirskriftir og søgur at síggja í miðlunum, sum hava mótstríðandi boðskap. Hví so er, er ikki so lætt at siga. Hinvegin er tað ikki ókent, at tey, sum vilja sleppa at halda fram at selja olju og bensin, seta nógv inn fyri at verja síni áhugamál. 

Á myndini til høgru sæst mynd, sum var løgd út á Facebook og hevur tílvísing til grein í danska "Ekstra Bladet".  Greinin tekur støði í frágreiðinghjá granskingarstovninum "Klimarådet", har kikarin verður settur á eina samanbering millum "lívstíðar-gongdina" hjá el-bilum í mun til bensin- og dieselbilar, altso gongdina framleiðslu, nýtslu og til burturkast/ endurnýtslu. Og yvirskipaði boðskapurin í frágreiðingini er heilt greiður: 

El-bilar hava væl minni CO2 útlát við sær enn bensin- og dieselbilar - um hugt verður eftir "lívstíðar-útlátinum" hjá báðum bilasløgunum. Og væntandi er, at munurin fer at økjast í komandi árum.  

Men greinskrivarin hjá Ekstra Bladet velur at taka ein heilt annan vinkul. Í staðin fyri at fokusera upp á fyrimunin við tí samlaða minkaða útlátinum, velur hann at fokusera upp á, at tað, at framleiða ein el-bil hevur eitt ávíst eyka CO2 útlát við sær í sambandi við battaríframleiðsluna. Og boðskapurin í yvirskriftini (sum tíverri er tað, sum flestu fólk lesa - og ikki sjálva greinina) er: el-bilar eru ikki eitt gott so hugskot allíkavæl... - hóast høvuðsboðskapurin í frágreiðingini frá Klimaráðnum sigur nakað heilt annað.

Greinskrivarin heldur eyðsýniliga ikki, at tað so áhugavert, at ein el-bilur yvir "lívstíðarskeiðið" hevur helvtina minni útlát enn ein tilsvarandi bensin- ella dieselbilur. Heldur ikki er tað áhugavert, at hesin munur væntandi fer at økjast upp í eitt lutfall upp á 1:4 í 2030, tá ið el-framleiðslan í Danmark væntandi verður 100% burðardygg  - og at battaríini eisini væntandi fara at verða framleidd meira burðardygt. Hetta sæst við at hyggja í talvuna niðanfyri og samanbera linjurnar hjá "Effektiv dieselbil" við "Elbil (vindstrøm, lav udledning fra batteriudledning)". Talvan er grundað á, at bilarnir koyra 250.000 km í eitt 15 ára tíðarskeið (Kelda: Klimarådet).   



Sum nevnt tekur frágreiðingin hjá Klimaráðnum støði í donskum viðurskiftum, sum m.a. eru, at 43% av el-framleiðslan er burðardygg. Í Føroyum er í løtuni umleið 50% av el-framleiðsluni burðardygg, so her er fyrimunurin at nýta el-bilar eitt vet størri enn í Danmark. Eins og í Danmark, er í Føroyum málið, at í 2030 skal øll el-framleiðslan skal vera burðardygg, nakað sum longu er veruleiki í Noregi og Íslandi. 

At enda kann verða víst á, at frágreiðingin eisini umfatar hybrid-bilar, altso bilar, sum umframt bensin- ella dieselmotor, eisini hava ein minni el-motor við battaríi. Og her er boðskapurin einfaldur, at jú meira el-motorurin verður nýttur, jú minni CO2 útlát.

Lagt kann verða afturat, at í frágreiðingini verður ikki tikið við, at bensin- og dieselbilar - utyvir CO2 útlátið - hava aðra dálking við sær m.a. luftdálking og heilsuskaðandi partiklar, sum er til stóran ampa í býum og tættbygdum økjum.