Posts

Showing posts from November, 2023

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?

Image
Um dagarnar frættist um ætlan at byggja stóra vindmyllulund í Eysturoynni. Eina so stóra vindmyllulund, at hon kann minka samlaðu oljunýtsluna í Føroyum við 10%.  Tað at økt verður um vindorkuna er sera gleðiligt.  Sum skilst er talan um eina verkætlan, sum er leys av netinum hjá SEV, har eitt privat orkufelag veitir orku til privata vinnu. Vit kunnu spyrja okkum, hví eitt slíkt initiativ verður framt?  Fyrst, er at siga, at tað er at fegnast um, at vindorka er so mikið rentabul, at tað loysir seg hjá einari privatari fyritøku at fara í holtur við hana, annars hevði hon ikki gjørt tað.  Hjá avtakaranum, í hesum føri Havsbrún, er motivatiónin heilt greið, at skal tað framtíðini bera til at standa seg í kappingini, so er neyðugt at hava ein grønan profil, hetta er beinleiðis eitt krav frá kundunum. Vit kunnu so spyrja, hvussu ber tað til, at kundarnir krevja, at vøran, teir keypa, hevur ein grønan profil? Svarið er einfalt, at kundarnir í dag eru tilvitaðir um veðurlagsbroytingarnar og v