Wednesday, November 21, 2018

493 orð um veðurlagsbroytingar

At veðurlagið á jørðini broytist er einki nýtt. Men seinastu 450.000 árini hevur veðurlagið verið lutfalsliga regluligt og miðalhitin hevur sveiggjað millum at vera 3 stig heitari og 8 stig kaldari enn miðalhitin er nú. Við øðrum orðum, eitt afturvendandi mynstur, har heit tíðarskeið avloysa kaldari.

So kanst tú spyrja: hvussu kunnu vit vita alt hetta? 

Jú, við at kanna aldargamlan ís og taka royndir av tilfarinum, luftbløðrum og øðrum. Ískanningarnar hava eisini avdúkað, at CO2 innihaldið í luftini og miðalhitin fylgjast rættiliga neyvt í einum føstum mynstri - sum eisini samsvarar við vitanina um, at jú fleiri bitlar eru í luftini, t.d. CO2, jú meira hitnar luftin.

Afturvendandi mynstrið broytist
Eitt annað, sum ískanningarnar hava víst, er at fyri umleið 200 árum síðani broyttist mynstrið og CO2 innihaldið í luftini byrjaði at vaksa óvanliga nógv. Frá at hava sveiggjað millum 180 og 300 ppm (millióntapartar) er CO2 innihaldið í luftini komið upp í næstan 400 ppm. Og tað er ikki hent tey seinastu 450.000 árini. Enn er miðalhitin ikki lopin upp tilsvarandi, men grundað á vitanina um samanhangin millum CO2 innihaldið og miðalhitan vænta veðurlagsfrøðingar avgerðandi broytingar í veðurlagnum á jørðini í komandi árum.

Higartil er skrásett, at miðalhitin á jørðini er vaksin við næstan einum stigi seinastu 200 árini. Eitt stig ljóðar ikki av nógvum, men í mun til, hvussu seint broytingarnar eru hendar fyrr í tíðini, er talan um stóra broyting í einum sera stuttum tíðarskeiði. Talan er jú um miðalhita - summa staðni er hitin øktur væl meira enn aðra staðni. Eitt av hesum støðum eru póløkini og avleiðingarnar síggjast við berum eygum við at havísurin minkar - og tað somikið nógv, at roknast kann við, at um fá ár verður siglandi alt árið, har fyrr metratjúkkur ísur var. Eisini eru greið tekin um, at jøklarnir kring heimin bráðna, sum so aftur viðførir, at vatnstøðan í havinum hækkar.

Hvør er orsøkin til økta CO2 innihaldið? 
Sum nevnt byrjaði ógvusliga økingin av CO2 innihaldinum fyri umleið 200 árum síðani. Og hvat hendi tá? Jú, tá tók ídnaðarkollveltingin dik á seg og farið varð undir at nýta kol í stórum mongdum sum orkukeldu. Hetta viðførdi stórt CO2 útlát í luftina, sum bara er økt síðani - m.a. við, at eisini varð farið at nýta olju. Grundað á hesa staðfesting - og vitanina um sambandið millum CO2 og hitan í luftini - halda veðurlagsgranskarar kring heimin, at veðurlagsbroytingarnar eru mannaskaptar.

Hvørji eru útlitini?
At veðurlagið broytist, hevur stórar avbjóðingar við sær, bara heilt smáar broytingar kunnu gera, at fólk mugu flyta til onnur støð at búleikast. Og slíkar broytingar hava ógvusligar fylgjur við sær og ikki minst menniskjaligan kostnað.

Burðardyggar orkukeldur
At forða fyri, at veðurlagið skal broytast enn meira, er neyðugt, at alt verður gjørt fyri at steðga CO2 útlátinum. Hetta kann gerast við at skifta yvir til burðardyggar orkukeldur. Og neyðugt er at hetta verður gjørt sum skjótast, um ikki avleiðingarnar skulu vera enn og verri enn útlitini eru nú.

500 orð um veðurlagsbroytingar


At veðurlagið á jørðini broytist er einki nýtt. Men seinastu 450.000 árini hevur veðurlagið verið lutfalsliga regluligt og miðalhitin hevur sveiggjað millum at vera 3 stig heitari og 8 stig kaldari enn miðalhitin er nú. Við øðrum orðum, eitt afturvendandi mynstur, har heit tíðarskeið avloysa kaldari. 

So kanst tú spyrja: hvussu kunnu vit vita alt hetta? 
Jú, hetta ber til at kanna aldargamlan ís og taka royndir av tilfarinum, luftbløðrum og øðrum. Ískanningarnar hava eisini avdúkað, at CO2 innihaldið í luftini og miðalhitin fylgjast rættiliga neyvt í einum føstum mynstri - sum eisini samsvarar við vitanina um, at jú fleiri bitlar eru í luftini, t.d. CO2, jú meira hitnar luftin.

Afturvendandi mynstrið broytist
Eitt annað, sum ískanningarnar hava víst, er at fyri umleið 200 árum síðani broyttist mynstrið og CO2 innihaldið í luftini byrjaði at vaksa óvanliga nógv. Frá at hava sveiggjað millum 180 og 300 ppm (millióntapartar) er CO2 innihaldið í luftini komið upp í næstan 400 ppm. Og tað er ikki hent tey seinastu 450.000 árini. Enn er miðalhitin ikki lopin upp tilsvarandi, men grundað á vitanina um samanhangin millum CO2 innihaldið og miðalhitan vænta veðurlagsfrøðingar kring heimin avgerðandi broytingar í veðurlagnum á jørðini í komandi árum.

Higartil er skrásett, at miðalhitin á jørðini er vaksin við næstan einum stigi seinastu 200 árini. Eitt stig ljóðar ikki av nógvum, men í mun til, hvussu seint broytingarnar eru hendar fyrr í tíðini, er talan um stóra broyting í einum sera stuttum tíðarskeiði. Talan er jú um miðalhita - summa staðni er hitin øktur væl meira enn aðra staðni. Eitt av hesum støðum eru póløkini og avleiðingarnar síggjast við berum eygum við at havísurin minkar - og tað somikið nógv, at roknast kann við, at um fá ár verður siglandi alt árið, har fyrr metratjúkkur ísur var. Eisini eru greið tekin um, at jøklarnir kring heimin bráðna, sum so aftur viðførir, at vatnstøðan í havinum hækkar. 

Hvør er orsøkin til økta CO2 innihaldið? 
Sum nevnt byrjaði økingin av CO2 innihaldinum fyri umleið 200 árum síðani. Og hvat hendi tá? Jú, tá tók ídnaðarkollveltingin dik á seg og farið varð undir at nýta kol í stórum mongdum sum orkukeldu. Hetta viðførdi stórt CO2 útlát í luftina, sum bara er økt síðani - m.a. við,  at tað eisini varð farið undir at nýta olju sum orkukeldu. Grundað á hesa staðfesting - og vitanina um sambandið millum CO2 og hitan í luftini - halda veðurlagsgranskarar kring heimin, at veðurlagsbroytingarnar eru mannaskaptar.

Hvørji eru útlitini?
At veðurlagið broytist, hevur stórar avbjóðingar við sær, bara heilt smáar broytingar kunnu gera, at fólk mugu flyta til onnur støð at búleikast. Og slíkar broytingar hava ógvusligar fylgjur við sær og ikki minst menniskjaligan kostnað. 

Burðardyggar orkukeldur
At forða fyri, at veðurlagið skal broytast enn meira, mælir IPCC, at alt verður gjørt fyri at steðga CO2 útlátinum. Hetta kann gerast við at skifta yvir til burðardyggar orkukeldur. Og neyðugt er at hetta verður gjørt sum skjótast, um ikki avleiðingarnar skulu vera enn og verri enn útlitini eru nú.









Friday, November 2, 2018

El-bilar minni CO2 enn diesel/bensin-bilar!

Spildurnýggj Youtube-video, "Are Electric Cars Worse For The Environment? Myth Busted", løgd úr 31. oktober, viðger afturvendandi myturnar um, at framleiðslan av el-bilum skal hava so nógv CO2 útlát við sær, at diesel/bensin bilar, hóast teir brenna diesel/bensin hava minni CO2 útlát. Í videoini verður sakliga argumenterað við keldutilvísingum og greið roknistykkir verða sett upp.


Staðfest verður, at um tú sammetir ein el-bil, sum t.d. Nissan Leaf, við ein diesel/bensin bil av sama klassa, er CO2 útlátið av framleiðsluni av el-bilnum størri, nevniliga 15 tons CO2 í mun 10 tons CO2 sum framleiðslan av diesel/bensin bilinum hevur við sær. Og munurin er battaríið hjá el-bilinum og størri battaríið er, jú meira CO2. Við øðrum orðum er diesel/bensin bilurin grønari, tá ið bilarnir fara at koyra.

Men so hvørt bilarnir leggja kilometrar aftur um seg, gerst el-bilurin grønari - og grønari el-orkuframleiðslan er, skjótari gongur. Taka vit USA, har orkuframleiðsluna í miðal er uml. 40% grøn, er ein e-bilur, sum t.d. Nissan Leaf við 30 kwh battaríi, grønari enn ein tilsvarandi diesel/bensin bilur, tá ið hann hevur koyrt 32.231 km. Í USA tekur hetta í miðal eitt ár og átta mánaðir.  Útrokningargrundarlagið er, at bilar í USA í miðal koyra 19.300 km. um árið. Ein Tessla bilur við 100 kwh battaríi skal tó brúka fimm og eitt hálvt ár, ella koyra 106.150 km. *)

Fara vit hinvegin til statin Idaho í USA, har næstan øll el-orkan er grøn, "hólvar" el-bilurin bæði olju/bensin og hybrid bilarnar av og bara eftir fáum mánaðum er eyka CO2 útlátið av battaríframleiðsluni útlíknað og restina av livitíðini, tey næstu 10-15 árini vinnur el-bilurin bara meira og meira.

Og sjálvt í statinum West Virginia í USA, har um 95% av el-orkuni verður framleidd við kol, olju ella gass, verður ein Nissan Leaf grønari enn diesel/bensin bilar aftaná fimm og eitt hálvt ár.  Orsøkin er, at hóast stór koldrivin elektricitetverk ikki eru besta loysnin, so eru tey effektivari at framleiða orku enn smáir bilmotorar. Hinvegin, bilar við sera stórum battaríi hava longri tíð um at gerast grønari enn diesel/bensin-bilar - upp í 17 ár.

*) Í Føroyum er uml. 50% av orkuni grøn, tað vil siga 10% stig hægri enn í miðal í USA. Um vit, fyri at samanbera siga, at vit í Føroyum skulu koyra 10% styttri fyri, at ein el-bilur, sum Nissan Leaf, skal vera grønari, enn ein tilsvarandi diesel/bensin bilur, so verður tað talið 29.008 km. So kann hvør sær - rokna seg fram til, hvussu leingi tað vildi tikið -  í mun til hvussu bilnýtslan er.

Samanumtikið, so er lítil ivi um, at el-bilarnir í løtuni eru frægasta loysn at gera flutning okkara á landjørðini grønari. Og her kemur meiri afturat til fyrimuns fyri el-bilin:
  • øll el-orkan í Føroyum verður grøn um fá ár.
  • at framleiðarar av el-bilum stremba hart í móti at gera framleiðsluna av bilunum grønari - og serliga battaríini. 
  • útyvir ikki at útláta CO2, meðan teir koyra, útláta el-bilar heldur ikki tungmetallir og aðra gift sum er til stóran ampa serliga í býum og tættbygdum øki. 
  • el-bilar eru slitsterkir, tí teir í mun til diesel/bensin-bilar, hava nógv færri lutir, sum røra seg og tí er væntandi at viðlíkahaldið verður minni og livitíðin longri.
Youtube-videoin, "Are Electric Cars Worse For The Environment? Myth Busted", sæst her, hon er 13 min og 46 sekund: