Posts

Showing posts from 2019

Eg havi ein dreym...

Image
Martin Luther King segði í 1963: “Eg havi ein dreym um, at ein dag í Alabama, fara smáir svartir dreingir og svartar gentur at taka í hondina á smáum hvítum dreingjum og hvítum gentum, sum systrar og brøður” John F Kennedy hevði í 1961 eisini ein dreym, hann segði: “kæru landsmenn, áðrenn 1970 fara vit at senda eina rakett av støðini í Houston til mánan, sum er 390.000 kilometrar burturi. Rakettin verður 100 metur høg og fer at verða gjørd úr einum málmblandi, sum ikki er uppfunnið enn...” Felags fyri báðar røðararnar er, at teir megnaðu at ímynda ein framtíðarveruleika, sum var sera fjarur frá tí veruleika, sum valdaði, tá ið røðurnar vóru hildnar! Hóast eg ikki á nakran hátt ætli mær at rógva fram undir, at eg kann sammetast við hesi bæði stórmennini - so havi eg eisini ein dreym. Mín dreymur er: "at Føroyar áðrenn 2030 eru sjálvstøðug tjóð og eru eitt rúmligt samfelag, har virðini verða býtt javnt og fólkið hevur góð heilsuviðurskifti, góðar útbúgvingarmøguleikar og

Vit skulu kunna ferðast frítt í Føroyum

Image
“Hetta er okkara land...einki annað eiga vit, tað er okkara land” syngja vit við heitum hjarta – og vit meina tað!  Sjálvandi skulu vit kunna ferðast frítt í Føroyum og vitja tey støð, sum vit ynskja at vitja! Seinastu árini hava føroyingar veruliga fingið eyguni upp fyri at ferðast í føroysku náttúruni - og tað er gott og gleðiligt, tað er gevandi fyri bæði likam og sál. Eisini er tað týdningarmikið at vit sleppa út í náttúruna, tí annars kunnu vit ikki læra um hana og skapa okkum fortreytir at skilja hana. Men frælsið hjá okkum at vera í náttúruni skal sjálvandi vera undir ábyrgd. Vit skulu ikki órógva óneyðugt og t.d. eiga vit at verja ávís støð í tíðini, tá ið fuglur reiðrast – og tá kanska halda okkum til ásettar rásir ella gøtur. Eisini skal atlit takast til lembing, haruskjóting og landbúnað, sjálvandi. Og sjálvandi skulu vit ikki tveita órudd í náttúruna. Sum kunnugt eru tað ikki bara føroyingar, sum eru bergtiknir av føroysku náttúruni, tað hevur jú

Pultstímarnir hjá lærarum skulu niðuraftur

Image
Skulu vit hava ein góðan skúla, mugu lærarar hava nøktandi kor at arbeiða undir! Seinastu árini er gingið skeiva vegin, tí at talið á pultstímum er økt frá uml. 25 tímum upp í 28 tímar - og tað sær ikki út til at skula steðga har. At standa frammanfyri einum skúlaflokki og hava eitt beinleiðis  undirvísingarsamskifti við næmingar, sum hava ymiskar førleikar og fortreytir er sera krevjandi. Tá ið hvør pultstími er liðugur er nógv eftir at gera. T.d. samrøður við næmingar, við foreldur, við aðrar lærarar og eisini skulu eftirmetingar gerast, bæði av undirvísingini og eisini í mun til einstakar næmingar - nakað sum hevur sera góða ávirkan á læringina. Eg vil tí arbeiða fyri at pultstímatalið verður minkað aftur - helst niður móti 22 tímum fyri at fáa veruliga góðar arbeiðsumstøður, sum koma næmingunum til góða!

Vit megna tað vit vilja

Image
Tá Atlantsflog var sett á stovn fyri 31 árum síðani áttu Føroyar so at siga ongar flogskiparar, mekanikkarar o.a. til at reka eitt flogfelag. Fyrstu árini var dúvað upp á útlendska servitan, men tað gingu ikki nógv ár til at vit høvdu bæði flogskiparar, flogmekanikkarar og aðra servitan um flúgving. Soleiðis hevur verið hvørja ferð vit hava tikið ábyrgd og tað hevur gingið rættiliga skjótt at upparbeiða neyðugu fakligu vitanina, tað verið seg skúlamál, sjúkrahúsmál, postverk, fiskiveiðieftirlit o.s.fr. Fara vit góð 100 ár aftur í tíðina, so var eingin vitan um at føra skip í Føroyum og vit høvdu onga navigatiónsútbúgving. Tíbetur vóru tað fólk, sum settu sær sum mál at fáa hesa útbúgving upp at standa í Føroyum og tað eydnaðist. Í dag hava vit ábyrgdina av stórum parti av samfelagsfunktiónunum og vit gerast betur og betur til at umsita. Fyri framman eru mál, sum heilt greitt eiga at verða yvirtikin sum skjótast, m.a. politiið og rættarskipanin. Søgan sigur okkum, at vit megn

Betri kappingartreytir til føroyska matframleiðslu

Image
Ein dagin eg hugdi í køliskápið, sum var væl stappað við mati, hugsaði eg: hvussu nógv av hesum mundi vera framleitt í Føroyum? Eg tók alt úr køliskápinum, sum var innflutt og setti tað á gólvið. Í tí tómliga køliskápinum var nú einans mjólk, rómi, smør ein bjór, turrur fiskur, rullupylsa og ein frikadella. Tað, sum stóð eftir á gólvinum, rúgvaði harafturímóti væl upp. Tað er ikki tí, at vit í Føroyum ikki framleiða mat, tí í veruleikanum framleiða vit eina rúgvu av mati. Í 2018 útfluttu vit heili 564.272 tons av fiski, tað er omanfyri 11 tons fyri hvønn íbúgva - ella meira enn 31 kilo pr. fólk pr. dag. So hóast vit ótu meira av fiski, t.d. eina portion um dagin (kanska 250 gram ella meira) so hevði ovmikið verið eftir at útflutt. Men bara at etið fisk, hevði nú verið langligt sum frá leið. Kundu vit framleitt størri part av matinum, sum vit sjálvi eta?  Hví velta vit ikki fleiri epli, gularøtur kál og annað, sum væl ber til at dyrka her? Hví framleiða vit ikki neyta-, høsna- ell

Í dag, ólavsøkudag, er Heimsins-út-um-markfarardagur

Image
(Mynd tikin ólavsøkumorgun 2019 kl. 4.56) Heimsins-út-um-markfarardagur, ella "Worlds Overshoot Day" er dagurin, tá ið vit hava nýtt alt, sum jørðin megnar at endurskapa í ár. Tað, sum vit nýta restina av árinum, verður tikið frá framtíðini. Og tað gongur skjótt tann skeiva vegin, fyri 10 árum síðani var dagurin 18. august og fyri 20 árum síðani 29. september. Við øðrum orðum brúka heimsins fólk næstan tvær ferðir meira enn jørðin megnar at endurskapa um árið. Hetta er bara miðaltalið fyri allan heimin. Men summi, t.d. vit í Føroyum, nýta nógv meira, hjá okkum er Heimsins-út-um-mark-farardagur longu  í mars mánaði. Tað er tí sólarklárt, at vit standa framman fyri einum risastórum trupulleika. Einstein skal hava sagt, at "vit kunnu ikki loysa ein trupulleika við sama tankasetti - ella hugburði, sum trupulleikin var skaptur í. Vit mugu tí læra okkum at hugsa í nýggjum veruleikum og í nýggjum tankasettum, hvussu vit kunnu nýta heimsins tilfeingi meira skynsamt og

Hitamet í París, London, Berlin - tað verður heitari og heitari...

Image
Mynd: The New York Times Í tíðindunum verður tað nevnt aftur og aftur: “nýtt hitamett sett”. Hetta hendir m.a.  í londum, sum ikki eru so fjart frá okkum. Og soleiðis hevur verið seinastu árini, nýggj met hvørt ár. Øll tey heitastu summarini tey seinastu 500 árini hava verið tey seinast 17 árini. Tíverri er hetta alt ov væl í tráð við forsøgnirnar, sum vísindafólk hava boðað frá í fleiri ár - at tað verður heitari og heitari á jørðini og veðurlagið er í ferð við at broytast. Avleiðingarnar verða væntandi sera álvarsligar fyri stóran part av heimsins íbúgvum. Orsøkin er stóra CO2 útlátið hjá mannaættini seinastu 200 árini, sum leggur seg sum eina dýnu um jarðarknøttin og ger ólag í hitaskipanina í atmosferuni. Fremsta uppgávan hjá okkum øllum í dag er at gera alt vit kunnu at steðga hesari gongd. Og tað kunnu vit bara gera við at minka um CO2 útlátið og skifta frá olju til varandi orku. Treyðugt so er okkurt hent á hesum øki seinastu árini, men alt ov lítið. Vit mugu tí bretta

Røða á 13. veðurlagsverkfalli, 29. mars 2019

Image
Sambært fremstu veðurlagsgranskarunum, sum m.a. standa aftan fyri ST stovnin IPCC*), so er miðalhitin á jørðini hækkandi og høvuðsorsøkin er økta útlátið hjá mannaættini av CO2 (koltvísúrni), sum byrjaði fyri uml. 200 árum síðani, tá ið farið varð undir nýta fossilt brennievni. Økta CO2 innihaldið í luftini ger, at javnvágin, sum hevur verið í túsundir av árum, er í ferð við at fara av lagnum og hetta fer at hava ávirkan á veðurlagið kring allan heim, m.a. at jøklar heimsins fara at bráðna og økta vatnið, sum rennur út á sjógv, fer at fáa vatnstøðuna at hækka og stór landaøki koma undir vatn. Vit fara m.a. at fáa fleiri stormar, hitabylgjur, turk og harvið broyttar liviumstøður. Broyttar liviumstøður elva til fólkaflytingar og tær kunnu gerast so umfatandi, at tær kunnu elva til óstabil politisk viðurskifti. Óstabil politisk viðurskifti kunnu hava ófrið við sær - og er talan um lond, sum t.d. ráða yvir kjarnaorkuvápnum, verður tankin ikki minni ræðandi. Hvat kunnu vit gera við tað?