"Veðurlagslóg nú" - lat okkum bretta upp um armar!

Mynd: SEV
Í farnu viku var boðið til fundar undir heitinum “Veðurlagslóg nú”. Fyrireikararnir vóru ágrýtin ung fólk, sum hava skilt vandan og álvaran í stóra CO2 útlátinum frá heimsins orkunýtslu. 

Og talan er um veruligan vanda. Økjandi CO2 innihaldið í luftini er vorðin ein alt tjúkkri dýna um jørðina, sum hitast upp og úrslitið er, at veðurlagið er í ferð við at broyta seg, m.a. við ógvusligum stormum, gloprarregni ella turki. Heimsins jøklar bráðna og renna í havið, sum tí er í ferð við at fløða og stór landaøki, har milliardir av fólki búgva, eru í vanda at fara undir í vatni. Tað er søgulig sannroynd, at broyttar liviumstøðurnar føra til fólkaflytingar og óstabilitet, samfelagsskipanir syndrast - við ófriði og kríggi sum fylgju. Ikki serliga hugaligt vitandi um vápnamegina, sum heimsins meira ella minni skynsamir leiðarar ráða yvir.

Ungu fyrireikararnir greiddu væl frá álvarsstøðuni og vístu á, hvussu neyðugt tað er, at ein tvørpolitisk semja verður gjørd, so at vit eisini í Føroyum kunnu gera okkara part - fyrst at minka um CO2 útlátið og síðani at røkka málinum, sum heimsins lond hava ásett, um null CO2 útlát í 2050 - ella at fáa tað so langt niður, at útlátið ikki er størri enn tað, sum jørðin natúrliga megnar at taka í seg.  

Á fundinum var gestarøðari úr Danmark, sum umboðaði donsku veðurlagsrørsluna. Hann greiddi frá, hvussu tað undan seinasta fólkatingsvali við miðvísum átøkum eydnaðist fáa veðurlagsbroytingarnar at gerast mest týðandi evnið í valstríðnum. Hetta førdi til, at fyrsta danska veðurlagslógin varð samtykt - og tað við stórum meiriluta - 167 av 179 tinglimum atkvøddu fyri henni.

Í donsku veðurlagslógini er m.a. ásett, 

  • at eitt sterkt og óheft veðurlagsráð verður sett at fylgja við í, um sitandi stjórnir fylgja ásettu veðurlagsmálunum. Um neyðugt hevur ráðið heimild at írættiseta stjórnina og at koma við ítøkiligum uppskotum um, hvat í gerast skal.
  • at - tann til eina og hvørja tíð sitandi stjórnin - hevur skyldu at fremja átøk at røkka ásettu veðurlagsmálunum. Um ikki, skal tað hava avleiðingar, t.d. fyri avvarðandi ráðharra.


Allar orsøkir at bretta upp um armar
Staðfestandi, at vit eru millum mest dálkandi fólk í heiminum, hava vit alla orsøk at bretta upp um armar. Tað eru næstan bara oljuframleiðaralond í miðeystri, sum hava størri útlát enn vit í mun til íbúgvaratal. Okkara útlát er omanfyri 20 tons av CO2  fyri hvønn íbúgva um árið, meðan Danmark og hini norðurlondunini, sum vit fegin vilja verða samanborin við, hava minni enn helvtina so nógv útlát fyri hvønn íbúgva sum vit.

Eg vil tí at heita á øll um at taka væl undir við átakinum “Veðurlagslóg nú”, tí tað er umráðandi, at politikkarar og onnur, sum taka avgerðir, skilja, at tað er fólkslig undirtøka í Føroyum fyri at vera við í stríðnum móti veðurlagsbroytingunum.

Og ikki at gloyma, vit fáa teir politikkarar, sum vit velja.

Tórshavn 26. juli 2020
Jón Kragesteen

Comments

Popular posts from this blog

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Kloakkfundur í Sjónleikarhúsinum