500 orð um veðurlagsbroytingar

At veðurlagið á jørðini broytist er einki nýtt. Men seinastu 450.000 árini hevur veðurlagið verið lutfalsliga regluligt og miðalhitin hevur sveiggjað millum at vera 3 stig heitari og 8 stig kaldari enn miðalhitin er nú. Við øðrum orðum, eitt afturvendandi mynstur, har heit tíðarskeið avloysa kaldari. 

So kanst tú spyrja: hvussu kunnu vit vita alt hetta? 
Jú, hetta ber til at kanna aldargamlan ís og taka royndir av tilfarinum, luftbløðrum og øðrum. Ískanningarnar hava eisini avdúkað, at CO2 innihaldið í luftini og miðalhitin fylgjast rættiliga neyvt í einum føstum mynstri - sum eisini samsvarar við vitanina um, at jú fleiri bitlar eru í luftini, t.d. CO2, jú meira hitnar luftin.

Afturvendandi mynstrið broytist
Eitt annað, sum ískanningarnar hava víst, er at fyri umleið 200 árum síðani broyttist mynstrið og CO2 innihaldið í luftini byrjaði at vaksa óvanliga nógv. Frá at hava sveiggjað millum 180 og 300 ppm (millióntapartar) er CO2 innihaldið í luftini komið upp í næstan 400 ppm. Og tað er ikki hent tey seinastu 450.000 árini. Enn er miðalhitin ikki lopin upp tilsvarandi, men grundað á vitanina um samanhangin millum CO2 innihaldið og miðalhitan vænta veðurlagsfrøðingar kring heimin avgerðandi broytingar í veðurlagnum á jørðini í komandi árum.

Higartil er skrásett, at miðalhitin á jørðini er vaksin við næstan einum stigi seinastu 200 árini. Eitt stig ljóðar ikki av nógvum, men í mun til, hvussu seint broytingarnar eru hendar fyrr í tíðini, er talan um stóra broyting í einum sera stuttum tíðarskeiði. Talan er jú um miðalhita - summa staðni er hitin øktur væl meira enn aðra staðni. Eitt av hesum støðum eru póløkini og avleiðingarnar síggjast við berum eygum við at havísurin minkar - og tað somikið nógv, at roknast kann við, at um fá ár verður siglandi alt árið, har fyrr metratjúkkur ísur var. Eisini eru greið tekin um, at jøklarnir kring heimin bráðna, sum so aftur viðførir, at vatnstøðan í havinum hækkar. 

Hvør er orsøkin til økta CO2 innihaldið? 
Sum nevnt byrjaði økingin av CO2 innihaldinum fyri umleið 200 árum síðani. Og hvat hendi tá? Jú, tá tók ídnaðarkollveltingin dik á seg og farið varð undir at nýta kol í stórum mongdum sum orkukeldu. Hetta viðførdi stórt CO2 útlát í luftina, sum bara er økt síðani - m.a. við,  at tað eisini varð farið undir at nýta olju sum orkukeldu. Grundað á hesa staðfesting - og vitanina um sambandið millum CO2 og hitan í luftini - halda veðurlagsgranskarar kring heimin, at veðurlagsbroytingarnar eru mannaskaptar.

Hvørji eru útlitini?
At veðurlagið broytist, hevur stórar avbjóðingar við sær, bara heilt smáar broytingar kunnu gera, at fólk mugu flyta til onnur støð at búleikast. Og slíkar broytingar hava ógvusligar fylgjur við sær og ikki minst menniskjaligan kostnað. 

Burðardyggar orkukeldur
At forða fyri, at veðurlagið skal broytast enn meira, mælir IPCC, at alt verður gjørt fyri at steðga CO2 útlátinum. Hetta kann gerast við at skifta yvir til burðardyggar orkukeldur. Og neyðugt er at hetta verður gjørt sum skjótast, um ikki avleiðingarnar skulu vera enn og verri enn útlitini eru nú.

Comments

Popular posts from this blog

Ger tað mun at kunna um veðurlagsbroytingarnar?

El-bilar hava væl minni CO2 "lívstíðar-útlát"

Kloakkfundur í Sjónleikarhúsinum