Posts

Showing posts from 2020

VANDAMIKIÐ VEGAMÓT Í HOYVÍK

Image
Vegamótið Pætursgøta/Løgmannabreyt er sera óheppið gjørt og er tí vandamikið.  Sum tað sæst á myndunum, so síggja bilførarar, sum koyra út úr Pætursgøtu og ætla sær omaneftir Løgmannabreyt, ikki fólk ella súkklur, sum koma niðaneftir gongubreytini á Løgmannabreyt, fyrr enn alt ov seint er og ofta er vandi fyri, at fólk og súkklur verða ákoyrd.  Eg súkkli sjálvur her dagliga og av ringum royndum steðgi eg altíð á, tá ið eg komi til vegamótið, tí eg havi nakrar ferðir verið um at vera árendur. Og mangan kemur bilur fúkandi fram við og eg síggi, hvussu kløkkir bilførararnir gerast, tá ið teir varnast, hvussu nær teir fara fram við mær, sí mynd 1, 2 og 4. Eitt er, at bilførararnir mugu hava eyguni niðaneftir fyri at síggja, um nakar bilur kemur á veg banan omaneftir, men verri er, at koyrt verður skrátt inn á eitt øki í gongubreytini, sum teir ikki síggja, tí ein garður stendur har. Somuleiðis síggja tey, sum ganga/súkkla niðaneftir ikki bilin fyri sama garði. Tað skal ikki so nógv til fyr

Vit skulu tryggja umhvørvið og inntøkur í sambandi við aling í kommununi

Image
Alibrúk í Tórshavnar Kommununu geva alarum tíggjutals milliónir í vinningi. Men sera lítið av hesum liggur eftir í kommununi - og tað er ikki ordiliga í lagi. Og als ikki, tá ið vit hugsa um, hvussu stóra ávirkan alifyritøkur hava á lokalu umhvørvini. Sum dømi gevur alibrúkið úti á Gulanum 50-60 milliónir í nettovinningi um árið. Tað einasta, sum er eftir í kommununi, er eitt sindur av partafelagsskatti og nakað av havnagjaldi fyri smáar alibátar.  Aliloyvi eru ikki kommunal mál. Men ávirkanin av alingini fer fram í kommununum og ikki minst árinið á náttúruna. Tí eigur kommunan at vera virkin viðspælari í tí, at tryggja, at umhvørvið sum minst verður órógvað.  Jón Kragesteen, Tjóðveldi 

Á seiðaberg á molanum

Image
Vit skulu gera eina gonguleið úteftir nýggja brimgarðinum og á vegnum nøkur seiðbergspláss Á henda hátt fáa vit eina ótruliga vakra gonguleið á 1 kilometur fram við sjóvarmálanum á fyrstu parkett.   Á hóskandi støðum kunnu benkur setast upp og so gerast nøkur seiðabergspláss.  Shengenøki skuldi ikki verið darvað av hesum um eitt nóg høgt hegn verður sett inn mót keiøkinum. Tað hevði verið áhugavert at sæð eitt arkitektteknað uppskot av hesum. Við hesum høvdu vit endurskapt hugtakið: "at fara gongutúr út á molan". Jón Kragesteen, valevni fyri Tjóðveldi

Kloakkfundur í Sjónleikarhúsinum

Image
Kloakkviðurskiftini í gomlu býarpørtunum eru mangastaðni ikki í lagi. Ofta er ramur roykur millum húsanna og í summi hús er ikki innfarandi fyri kloakklukti. Hetta kemur enntá fyri seg í handlum og skeinkistøðum.  Orsøkin er at kloakkirnar eru ikki gjørdar, sum tær eiga at verða gjørdar, rørini eru tærd, tey eru brotin ella tey eru als ikki har.  Úrslitið er, at kloakkroykur og óhumska lekur út í tún og garðar. Fólk, sum búgva ella arbeiða í hesum økjunum, standa hjálparleys og noyðast at liva áravís í hesum umstøðum við niðursettari lívsgóðsku. Í sjónleikarhúsinum í dag 4. november kl. 19.00 verður almennur fundur um hetta evnið - við luttøku av fleiri politiskum flokkum.  Fundurin verður eisini stroymaður og sæst her: https://youtu.be/A-zbj5JobVU   Kloakkirnar eru er ein av kjarnuuppgávunum hjá kommununi og skal raðfestast sera høgt Jón Kragesteen, valevni fyri Tjóðveldi
Image
TRØ SKULU IKKI VAKSA INN Í HIMMALIN Misskil meg ikki, eg elski trø og trævøkstur og havi ein dreym um, at stór øki í Føroyum verða skógarvaksin, lat tað vera sagt!  Men, tað er ikki gott fyri trivnaðin í grannaløgum, at trø vaksa seg so stór, at tey taka útsýnið og sól frá frá bæði fólki og vøkstri annars.  Vit eiga at hava eina reglugerð í kommununi fyri, hvussu og hvar trø verða plantað - og hvussu høg tey skulu hava loyvi at vera.  Tað vil eg arbeiða fyri.

KLOAKKIR SKULU VEITAST ÚT Á STREYMASJÓGV

Image
Fólk skulu kunnu svimja í sjónum uttan at hava ampa av kloakkvatni. Um tað ikki ber til leiða kloakkirnar út á streymasjógv, mugu tær reinsast. Ein av náttúruperlunum í kommununi er Sandágerð, ein vík við hvítum sandi, ósa og vøkrum fossi, eitt ótrúliga vakurt umhvørvið.         Men... um tú hyggur út á vágna nakað út frá Sjósavninum, sær tú at sjógvurin speglar seg øðrvísi og kanska sært tú, at fuglur situr har. Orsøkin er, at har er eitt útrensl frá einari kloakk og fuglurin, sum situr har, bíðar eftir onkrum spennandi at finna. Og hóast fossurin er vakur, so er vatnið í Sandá neyvan reint, tað luktar í øllum førum ikki væl. Undir sjúkrahúsinum er sama skil og vatnið, sum kemur innan úr havnarlagnum er heldur ikki serliga reint. Tá ið áarføri er, er heilt galið á Eystaru Vág, tí at tá flytur kloakkin yvir, sum annars rennur út í Sersjantavíkina. Hoyvíkin er eisini eitt vældámt stað at svimja í sjónum. Men har er ikki frægari, har rennur kloakk út sunnara víkarmunna og ein onnur beint

Høllin á Hálsi til tjóðarhøll

Image
Høllin á Hálsi eigur at verða útbygd, so at býurin fær eina stórhøll, sum kann húsa altjóða dystum, stórum konsertum og fundum - eina tjóðarhøll. Tað hevur týdning, at slík høll er sentralt í býnum, so øll ikki nýtast at skula ferðast í bili, men kunnu eisini ganga ella súkkla. Í dag sær høllin soleiðis út, ein long høll, sum, tíverri ikki lýkur altjóða krøv. Vanligu áskoðaraplássini eru minkað nógv, eru trengri og harðari. Tá ið stóru áskoðarapallarnir verða drignir út - onkuntíð, tá ið størri dystir eru, skulu áskoðararnir hyggja í gjøgnum eitt net, umframt at áskoðararnir skulu sita aftan fyri fyri málið - og tí verður langt yvir í hin endan. Til konsertir er kapasiteturin hjá høllini ikki blivin størri. Tí tey, sum skulu framføra kunnu ikki vera í øðrum endanum, tað verður ov langt millum tey, sum framføra. Hølið minnir meira um eina langa gongd. Mítt uppskot er, at tað skal verða bygt upp í høllina vestur eftir í norðara enda, sum myndin sýnir. So vera 3 venjingarvøllir og pláss a

KOMMUNAN SKAL GANGA UNDAN AT SKIFTA FRÁ OLJUNI!

Image
KOMMUNAN SKAL GANGA UNDAN AT SKIFTA FRÁ OLJUNI! BILAR: Nýggir bilar, sum kommunan keypir, skulu ikki nýta olju. Sama er galdandi fyri maskinur og amboð. Somu treytir skulu setast feløgum, sum gera arbeiði fyri kommununa. BUSSLEIÐIN: Sjálvandi skal Bussleiðin ikki nýta olju!  BYGNINGAR: Nýggir bygningar, sum kommunan byggir, skulu vera væl bjálvaðir og nýta grønar hitaskipanir. Verandi bygningar skulu sum skjótast bjálvast og skifta til grøna orku.  OLJUFÝRINGAR: Tað skal verða bannað at seta oljufýringar í hús, almenn sum privat, og verandi oljufýringarnar skulu verða skiftir út áðrenn 2030. SÓLORKA: Sólpanel ella sólfangarar skulu verða settir upp á allar kommunalar bygningar, sum eru hóskandi til endamálið. Nýggir bygningar, almennir ella privatir, skulu gerast so, at teir eru hóskandi at seta sólpanel ella sólfangarar á teir.

Er Fjarhitafelagið ein sólskinssøga?

Image
At gagnnýta avlopshita gevur meining, men brúkararnir rinda ovurprís og fíggja útbyggingina av fjarhitanum í kommununi. Javnan eru atfinningar frammi í móti Fjarhitafelagnum: Tænastan er ikki góð, kunningin er lítil Lítið fæst at vita um ætlanir, kostnaðir, útrokningar, roknskapir  Fjarhitafelagið brúkar nógva olju, tí avlopshiti vantar Grundleggjandi skuldu fortreytirnar hjá Fjarhitafelagnum verið góðar, tí at orkan, sum er fingin frá brennistøðini og Sundsverkinum, er ókeypis - og vit fáa at síggja, hvussu verður við biogassverkinum. Útreiðslurnar hjá felagnum stava tí einans frá umsiting, røkt og útbygging av skipanini.  Eitt tilgjørt brúkaragjald er gjørt, sum einki hevur við fjarhita at gera: kostnaðurin at hita eini hús við fjarhita er ásettur at vera tann sami, sum tað kostar at hita eini hús við einari oljufýring. Hetta gevur fleiri skeivleikar m.a. at tað kostar 17.000 krónur árliga at hita  eini sethús í Hoyvíkshaganum við orku frá Fjarhitafelagnum. Við einari nýggjari oljufý

Matframleiðsla í grannaløgum

Image
Kommunan skal virka fyri  at fólk kunnu dyrka salat, kál, gularøtur og annað grønmeti til egna nýtslu.  Kommunan skal skipa grøn øki til urtagarðsbrúk m.a. við vakstarhúsum, ið kunnu leingja vakstrartíðina við tveimum mánaðum í báðum endum. Tað er av stórum týdningi, at vit ikki missa sambandið við til hvagan okkara matur kemur og hvussu hann kemur á borðið.   Tíbetur eru tað nógv, sum hava umstøður, t.d. á sínum egna grundstykki, meðan onnur hava kanska atgongd til eitt jarðarstykki á bygd at seta niður epli og til at vera eitt sindur upp í seyðahaldi.  Men øll hava ikki henda møguleika. Tey búgva kanska í raðhúsum, íbúðarblokkum ella í økjum, har atgongd til jørð er avmarkað. Og her er tað, at kommunan skal seta inn. Hetta hevur eisini stóran sosial- og mentunarligan týdning. Tá ið fólk koma saman í dagligum práti um, hvussu nú gularøturnar kunnu fáast at vaksa betur, hvussu moldin skal taðast ella hvat slag av káli er best hóskandi, gevur trivnað og bestu læruumstøður til at fáa sum

Fløskur skulu kunna avreiðast á einum stað

Image
Kommunan skal taka um endan og gera afturberingarstøð, sum taka í móti øllum fløskum! Vit kenna tað øll: fløskur av alskyns slag rúgva seg upp. Til endans er einki annað at gera, nú má avreiðast. Tú fyllir bilin og koyrir til handilin, har tú plagar at keypa, har tað er ein afturberingarautomat. Men, tað er langt í frá altíð, at tað gongur, sum ætlað. Ofta er long bíðirøð. Og, tá ið tú ert komin fram at, vísir tað seg, at automatin tekur ikki í móti øllum fløskunum, spítur fleiri út aftur. So mást tú aftur á ferð til eitt annað stað og viðhvørt skalt tú í gjøgnum sirkussið bæði tvær og tríggjar ferðir. Í Rúsuni sleppur tú av við øl- og brennivínsfløskur, men ikki t.d. sodavatnsfløskur, hóast tær hoyra til sama bryggjarí, sum ølfløskurnar, sum tú lat inn. Óvanligt er heldur ikki, at automatirnar eru í ólagi. Endin er mangan, at tú í fleiri dagar koyrir runt við ringlandi fløskum, sum bæði lukta og klepra, til tað at enda eru løgir aftur at royna at avreiða tær. Hetta kunnu vit gera betu

At súkkla er at liva...

Image
Hvat er betri enn at byrja dagin á súkkluni?  Fr ísk luft í nasar og lungu, kroppurin ernast og tú fært balsam fyri sál og sinn. At súkkla er ikki bara at liva, tað er frælsi!  Tíverri er tað so, at á veg til arbeiðis sært tú ikki nógv, sum velja súkkluna, tey allar flestu, sita í bili, oftast bíðandi í longum bilrøðum.   Prátar tú við fólk, vísir tað seg, at tað eru fleiri, sum væl kundu hugsað sær at nýtt súkkluna sum flutningstól. Men tey aftra seg, tí tey kenna seg ikki trygg at súkkla í ógvusligu ferðsluni - millum bilar, lastbilar og alskyns akfør, sum fúka framvið.  Og bara tankin um at senda eitt barn út í henda meldurin er ræðandi  Tí mugu vit hava nógv fleiri súkklubreytir so tað í størstan mun ber til at súkkla uttan at vera í millum bilar. Tíbetur ber til á flestu gongubreytunum, sum longu eru, at skipa fyri, at pláss er at súkkla eisini. Her hevur býráðið gingið undan - og tær strikurnar og skráarnir, sum higartil eru gjørdar, gera longu stóran mun.       Tað eru nógvir fy

Tunnil undir Havnarvág og parkeringstunlar undir Vágsbotni

Image
Nú  tað nærkast kommunuvalinum, er eitt rættiligt hugarok kyknað um mangt og hvat, sum kann gerast í kommununi. Eg vil eisini upp í part :-) og mítt uppskot er at gera ein undirsjóvartunnil frá Skansanum yvir á vestaru bryggju.  Hetta hevði loyst stóran part av ferðslutrongunum í miðbýnum, og skjótt og lætt hevði verið at ferðast eystur og vestur í býnum gjøgnum tunnilin, sum bara hevði verið góðan hálvan kilometur til longdar. Við eini rundkoyring kann tunnilin verða bundin í parkeringstunlar undir Vestaru vág.  Jón KragesteenX við Tjóðveldi

Havnin bert fyri tey vælbjargaðu?

Image
Ung fólk skulu ikki verða noydd at flyta út á bygd fyri at fáa ráð at fáa tak yvir høvdið. Tað eigur at vera ein rættur at hava møguleika at seta búgv í býnum, sum tú er uppvaksin upp í! Eg vil arbeiða fyri alternativum møguleikum so sum lutaíbúðum, leiguíbúðum og annars bústaðarsamanse tingum, sum ikki krevja so ógvusliga fígging, sum nógv ung í dag ikki hava møguleika at fáa lán til.  X við Tjóðveldi

Villeiðandi samanbering millum el-bilar og diesel bilar

Image
Afturvendandi eru ymiskar samanberingar at síggja millum el-bilar og diesel bilar. Tað vanliga er, at mett verður um co2 útlát og dálking og mangan er talan um ivasama próvførslu. Eg sá hesa myndina á facebook og tað stakst upp á meg at kanna eitt sindur nærri, hvat hetta snúði seg um. Skjótt kemur fram, at her er tað ikki co2, sum er kjarnin í málinum, men kostnaðurin á orkuni. Søgan er í stuttum, at ein el-bilur av slagnum Jaguar I-Pace og ein diesel bil av slagnum Volvo XC60 85 koyra frá Stockholm til Nice. Sambært tí, sum verður ført fram í myndini, kostar elektrisitetið til Jaguarin 5.571 kr. og diesel Volvoin 2.034 kr og yvirskriftin eftirfylgjandi er sjálvsagt: "El-bilar eru dýrari í drift enn dieselbilar" Jaguar I-Pace              Volvo XC60 85 Sera dýrt el Um vit hyggja nærri at el-prísunum, sum verða uppgivnir, má sigast, at teir eru rættiliga høgir, nevniliga 8,29 kr. í miðal fyri hvørt kWh. Leitar tú á netinum, so sýnast prísirnir í Evropa gjøgnumgangandi heldur

"Veðurlagslóg nú" - lat okkum bretta upp um armar!

Image
Mynd: SEV Í farnu viku var boðið til fundar undir heitinum “Veðurlagslóg nú”. Fyrireikararnir vóru ágrýtin ung fólk, sum hava skilt vandan og álvaran í stóra CO2 útlátinum frá heimsins orkunýtslu.  Og talan er um veruligan vanda. Økjandi CO2 innihaldið í luftini er vorðin ein alt tjúkkri dýna um jørðina, sum hitast upp og úrslitið er, at veðurlagið er í ferð við at broyta seg, m.a. við ógvusligum stormum, gloprarregni ella turki. Heimsins jøklar bráðna og renna í havið, sum tí er í ferð við at fløða og stór landaøki, har milliardir av fólki búgva, eru í vanda at fara undir í vatni. Tað er søgulig sannroynd, at broyttar liviumstøðurnar føra til fólkaflytingar og óstabilitet, samfelagsskipanir syndrast - við ófriði og kríggi sum fylgju. Ikki serliga hugaligt vitandi um vápnamegina, sum heimsins meira ella minni skynsamir leiðarar ráða yvir. Ungu fyrireikararnir greiddu væl frá álvarsstøðuni og vístu á, hvussu neyðugt tað er, at ein tvørpolitisk semja verður gjørd, so at vit

Í míni leið í ferðsluni

Image
Á míni dagligu leið í ferðsluni í bili, á súkklu ella til gongu geri eg mær ofta hugsanir um, hvussu hatta vegamótið, handan rundkoyringin, handa gongubreytin, hasin gonguteigurin o.s.fr. kundi verið betri. Ofta hugsi eg, at tað kundi sæð út sum um, at fólkini, sum hava lagt hetta til rættis, hava sitið aftan fyri róðrið í einum bili meðan tey hava gjørt tað. Tí at alt er skipað út frá fortreytunum hjá bilunum – og í nógv minni mun út frá fortreytunum hjá bleytu ferðsluni, les fólk til gongu ella á súkklu. Mangan havi eg hugsað, at hatta skal eg gera okkurt við, hasum skal eg boða frá - onkrastaðni. Men tíverri, tað fer fram við og eg geri einki. Og so næstu ferð, eg komi á sama stað, so síggi eg trupulleikan aftur. Og næstu ferð – og næstu ferð og einki hendir. Men, nú havi eg tikið mær fyri, at eg í hvussu er skal royna at gera okkurt. Um ikki annað, so lýsa trupulleikan og koma við uppskoti um, hvussu tað møguliga kundi verið gjørt betri. Niðanfyri er mín fyrsta roynd Vegamót